Fótbóltur

HB setti tingini uppá pláss í 2. hálvleiki

Oddaliðið skoraði ikki uppá møguleikarnar fyri steðgin, TB stríddist væl ímóti, men nøkur skjót mál í seinna 2. hálvleiki gjørdu, at HB nú er fimm stig framamnfyri nummar tvey og trý í Betrideildini.

Frøi á Tórsvølli í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Frøi á Tórsvølli í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-28 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fimm minuttir á Tòrsvølli kundi HB havt skorað tvey-trý mál. Favorittarnir vóru ágangandi, TB gjørdi stórar feilir í verjustøðu og í uppspælinum, men HB fekk ikki revsað teir; millum annað takkað verið Frederik Mehder í TB-málinum.

TB kom skjótt fyri seg, eisini sjálvt um Musah Armah noyddist út við skaða eftir tíggju minuttir - leikarin úr Ghana varð borin út av vøllinum. Mikkel Frankoch noyddist stutt seinni út. Tað sá út til, at "spælskiparin" hevði trupulleikar við lærkrikanum, og HB tyktist veruliga at sakna danan, sum frammanundan hevði spælt 1159 útav 1170 minuttum í Betrideildini, ígjøgnum hálvleikin. TB spældi frískligan fótbólt og skapti nakrar støður, samstundis sum HB sjálvdan slapp at spæla seg ígjønum. Ímóti endanum av hálvleikinum fekk Dan í Soylu tó tveir risamøguleikar. Fyrst tá hann fekk ein stikning og løtu seinni, tá René Shaki Joensen legði inn úr høgru. Í fyrra førinum var fyrsta nertingin tó ikki heilt góð, og Dan sekty við síðuna av - í seinna førinum bjargaði Mehder væl.

Um HB ikki heilt koyrdi í høgum gervi í 1. hálvleiki, so gjørdu teir í reyðum og svørtum tað fyrstu løtuna í 2. hálvleiki. Tìggju minuttir inn í 2. hálvleik skoraði Daniel Johansen eitt flott mál - tað var við beinleiðis frísparki stutt uttanfyri brotsteigin. Løtu seinni rann Mathias Nygaard væl afturum TB-verjuna og legði innfyri til Mikkel Dahl, ið var ísakaldur. Tveir minuttir seinni var danski áleyparin til reiðar mitt fyri málinum, tá danski miðvallarin longdi. Tíggju minuttir, trý mál, og so var dysturin avgjørdur.

Hilmar Leon Jacobsen syrgdi í 73. minutti fyri, at HB gjørdist fyrsta liðið í ár, ið skoraði fleiri enn trý mál móti TB, og at mongu áskoðarnir fingu meira undirhald.  Tveir minuttir seinni pyntaði Ndende um støðuna eftir eitt frísparksinnlegg.

Tað tók tíð at fáa hol á, men HB greiddi sína skyldu, vann fult uppiborið og er nú fimm stig frammanfyri NSÍ og KÍ, sum bæði hava 32 stig. Sunnudagin vitjar júst NSÍ á Tórsvølli. 

13. umfar: 

Í dag - 28.07
18.00: HB - TB 4-1 (0-0)
56' Daniel Johansen 1-0
62' Mikkel Dahl 2-0
64' Mikkel Dahl 3-0
72' Hilmar Leon Jakobsen 4-0
75' Ndende Adama Gueye 4-1

 

Ólavsøkudag - 29.07
16.00: B36 - Víkingur

Úrslitini í gjár

NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
22' Deni Pavlovic 0-1
60' Páll Klettskarð 0-2

Myndir: NSÍ - KÍ

AB - ÍF 2-2  (1-1)
34' Uros Stojanov 0-1
45' Bjarki Nielsen 1-1
49' Gundur E. Petersen 1-2
58' Tóki á Lofti 2-2

Skála - EB/Streymur 1-3 (1-1)
5' Arnbjørn Hansen 0-1
25' Poul Kallsberg 1-1
55' Gutti Dahl-Olsen 1-2
95' Tóki Johannesen 1-3

Støðan 

1. HB 37 stig (14 dystir) 
2. NSÍ 32 stig (14 dystir) 
3. KÍ 32 stig (14 dystir) 
4. B36 28 stig (13 dystir)  
5. Víkingur 20 stig (12 dystir) 
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir) 
8. TB 6 stig (13 dystir) 
9. AB 5 stig (14 dystir) 
10. Skála 1 stig (14 dystir)

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder