Fótbóltur

HB setti Víking uppá pláss - er framvegis greitt oddalið

HB avgjørdi dystin fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. NSÍ kom afturum í Fuglafirði, men serliga Petur Knudsen vísti vegin til sigurs.

Nú hava teir í reyðum og svørtum vunnið tríggjar ferðir á Víkingi í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Nú hava teir í reyðum og svørtum vunnið tríggjar ferðir á Víkingi í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-18 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í 24. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu bríkslaðirí gongd klokkan 15. Samanlagt níggju mál komu á Tórsvølli og í Fuglafirði.

Hjá HB var eingin slingur í valsinum. Víkingur hevði undan dagsins dysti vunnið sjey á rað, men nú gjørdist mótsstøðan ov hørð, og Jóhan Petur Poulsen fekk sítt fyrsta tap sum venjari í Betrideildini. HB legði grundarlagið fyri tað næstan beinanvegin. Heimaliðið var ágangandi, og Hørður Askham skoraði í samband við horna sítt fyrsta mál í ár. Longu eftir tíggju minuttir var 2-0, tá Adrian Justinussen royndi seg við skoti stutt uttanfyri brotsteigin til vinstru. Mikkel Dahl vildi eisini vera við - danski áleyparin gjørdi arbeiðið liðugt eftir gott forarbeiði frá Dan í Soylu. Mikkel Dahl og Adrian hava nú samanlagt skorað 22 mál í 21 dystum í ár (1542 minuttum)

Víkingur hevði onkran góðan møguleika, men Teitur Gestsson var hvørjaferð fyri, um neyðugt var. Olaf Bárðarson, ið fyllur 17 ár týsdagin, var ljóspunktið hjá teimum úr Eysturkommunu í dag - Víkingur sá als ikki út sum eitt lið, ið fekk bjóðað oddalðnum av, og tá ein tími var leiktur setti Hilmar Leon Jakobsen punktum við sínum 9. máli í ár. HB hevur beina kós ímóti sínum 24. meistaraheiti. Teimum tørvar sum nú er átta stig í teimum seinastu fýra dystunum, men tað talið kann gerast minni, um KÍ missur stig. 

[object Object]
NSÍ var omaná í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ er í løtuni nummar tvey - runavíkingar yvirhálaðu KÍ við teprum sigri í Fuglafirði í dag, men NSÍ hevur leikt tveir dystir fleiri. Útiliðið hevði nakrar stórar møguleikar í 1. hálvleiki, men tað var ÍF, ið fekk málið, tá Andy Olsen umsetti brotsspark til mál. Petur Knudsen javnaði, tá hann varð spældur fríur eftir gott uppspæl. Nummar 16 var ísakaldur frammanfyri málinum, og tað var hann eisini, tá hann rann seg í eina góða støðu. Petur lyfti bóltin hegnisliga uppum Jákup Nolsøe Olsen og er nú javnsettur toppskjútti í deildini við Uros Stojanov. Tað var Mórits Heini Mortensen, ið stútaði bóltin í málið til 2-1 - tað var eftir gott innlegg frá Jann Benjaminsen. ÍF fekk nakað av spenningi aftur í dystin, tá heimaliðið aftur fekk brotsspark. Tað skoraði Andy aftur uppá, 2-3, men ÍF fekk ikki lagt trýst á fyri at javna, og NSÍ er framvegis væl við í evropeiska stríðnum.  

24. umfar í Betrideildini
Í dag - Sunnudagin 18/10


HB - Víkingur 4-0 (3-0)
3' Hørður Askham 1-0
11' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
22' Mikkel Dahl 3-0
60' Hilmar Leon Jakobsen 4-0

ÍF - NSÍ 2-3 (1-0)
37' Andy Olsen (br.) 1-0
57' Petur Knudsen 1-1
61' Mórits Heini Mortensen 1-2
71' Petur Knudsen 1-3
80' Andy Olsen (br.) 2-3


18.00: Skála - AB

Les eisini: Spæla fyri lívinum á Skála

Í gjár - Leygardagin 17/10

B36 - TB 2-0 (1-0)
14' Sebastian Pingel 1-0
68' Árni Frederiksberg 2-0

KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)
18' Jóannes Kalsø Danielsen 1-0
71' Heini Vatnsdal 2-0
86' Arnbjørn Hansen 2-1

Støðan í Betri deildini

1. HB (61 stig) 23 dystir
2. NSÍ (53 stig) 23 dystir
3. KÍ (51 stig) 21 dystir
4. B36 (49 stig) 22 dystir
5. Víkingur (44 stig) 23 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 22 dystir
10. Skála (3 stig) 23 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder