Fótbóltur

Spæla fyri lívinum á Skála

Heimaliðið skal vinna dystin - argjamenn kunnu nýta ein javnleik, men við einum sigri kann AB næstan syrgja endaliga fyri, at Skála fer niður í 1. deild.

Liðini hava tvær ferðir í ár spælt 1-1 móti hvør øðrum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Liðini hava tvær ferðir í ár spælt 1-1 móti hvør øðrum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-18 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár styrkti B68 um sína støðu í 1. deild við at vinna 3-1 í Sarpugerði móti oddaliðnum. Í løtuni liggja toftamenn til at fáa beinleiðis uppflytingarplássi, men 07 Vestur er beint í hølinum - eitt stig aftanfyri og við einum dysti færri. Liðini eru á ávíkavist 3. og 4. plássi. Tað er framvegis møguleiki fyri, at bæði koma frammum NSÍ, ið er nummar tvey. Í so fall flyta bæði beinleiðis upp.

Tað er heilt óvanligt, at tvey lið sum ongan dyst hava vunnið hittast so seint í kappingini. Skála hevur fingið tveir javnleikir móti AB (1-1 í báðum førum) og ein ímóti ÍF. Argjamenn hava verið raskari at spælt javnleikir, men hava ikki fingið stig seinastu sjey umførini - síðani dystin móti Skála á Argjum tíðliga í august.

AB tapti tepurt móti NSÍ seinast, men annars hevur Skála sæð betri út seinastu tíðina, tó at bert eitt stig er komið til heldur. Nú er tað sannleikans tími hjá teimum appelsinlittu, ið skulu vinna fyri at fáa veruligan spenning í undan seinastu umførunum. Um liðið hjá Sorini Anghel vinnur, verður tað bert eitt stig ið skilur partarnar - um AB vinnur, so er so gott sum liðugt.

[object Object]Sorin Anghel byrjaði árið sum venjari hjá AB - nú skal hann bjarga Skála við at senda AB niður (Mynd: Sverri Egholm)


[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Tað kann væl verða, at dysturin á Skála í kvøld ikki verður serliga væl spældur, men inntensiteturin verður allarhelst høgur, og viljin at vinna fer helst at skína út av liðunum. 

Fyrsta bríksl verður klokkan 18. Vit verða til staðar við myndatólinum og dagføra frá dystinum. Aftaná fáa vit viðmerkingar og taka samanum.


24. umfar í Betrideildini
Í dag - Sunnudagin 18/10

18.00: Skála - AB

Í gongd nú - byrjaðu 15.00: 
HB - Víkingur
ÍF - NSÍ

Fylg við á forsíðuni

Í gjár - Leygardagin 17/10

B36 - TB 2-0 (1-0)
14' Sebastian Pingel 1-0
68' Árni Frederiksberg 2-0

KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)
18' Jóannes Kalsø Danielsen 1-0
71' Heini Vatnsdal 2-0
86' Arnbjørn Hansen 2-1

Støðan í Betri deildini

1. HB (58 stig) 22 dystir
2. KÍ (51 stig) 21 dystir
3. NSÍ (50 stig) 22 dystir
4. B36 (49 stig) 22 dystir
5. Víkingur (44 stig) 22 dystir
6. ÍF (23 stig) 22 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 22 dystir
10. Skála (3 stig) 23 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder