Tað var ætlanin, at Kevin Schindler, skuldi vera høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá HB í 2022, men av tí at neyðugu loyvini ikki koma uppá pláss til tíðina, verður hetta av ongum. Kevin Schindler gevst tí nú í felagnum.
Hesum boðar HB frá í dag.
Hetta er sostatt annað árið á rað, at HB stendur uttan venjara í januar mánað.
Kevin kom til felagið í 2020, har hann var hjálparvenjari hjá Jens Berthel Askou. Hesum leiklutinum helt hann fram í undir Jonas Dal Andersen, og eftir at Jonas og HB endaðu samstarvið, tók Kevin yvir sum fyribils høvuðsvenjari, inntil Allan Dybczak tók yvir restina av 2021.
- Vit ivast ikki í dygdunum hjá Kevin, men fyri at vera venjari í Betri Deildini krevst A-venjaraprógv, ella at man er innskrivaður á A-venjaraútbúgving. Málsligar avbjóðingar gera, at Kevin ikki hevur møguleika at taka útbúgvingina í Føroyum. Tí skuldi hann eftir ætlan taka hana umvegis týska fótbóltssambandið, men koronustøðan hevur við sær, at færri luttakarar sleppa inn, og tí er Kevin ikki innskrivaður enn, skrivar HB á heimasíðuni.
HB sigur, at arbeiðið við at finna nýggjan høvuðsvenjara er í gongd, og at tað kemur uppá pláss, innan heilt stutta tíð. Til tá koma Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen at hava venjingarnar, saman við fysiska venjaranum Helmand Hamid.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald