Fótbóltur

HB skal møta Linfield

Komandi tvær vikurnar spæla KÍ og HB í 2. umfari í Europa League. HB leggja út týsdagin við heimadystinum.

Sebastian Pingel skoraði ímóti HJK Helsinki týskvøldið. Nú skal HB spæla í Europa League - Mynd: Olaf Olsen

Sebastian Pingel skoraði ímóti HJK Helsinki týskvøldið. Nú skal HB spæla í Europa League - Mynd: Olaf Olsen

2019-07-18 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska summarið hjá KÍ og HB er ikki av. Við sigri á litaviska Riterai í 1. umfari spældi KÍ seg fyri aðru ferð í summar víðari í Europa League. Útivallarmálið hjá Jákup B. Andreasen gjørdist avgerandi, og eftir tvey góð avrik vann KÍ sær rættin at spæla ímóti Luzern úr Sveis.

Norðlýsið skrivaði í gjárkvøldið, at fyrri dysturin verður í Luzern hóskvøldið 25. juli 19.15 (føroyska tíð). Seinni dysturin verður á Svangaskarði hóskvøldið 1. august kl. 18.00. KÍ er ongantíð komið so langt í evropeiskari kapping, sum felagið er komið nú.

[object Object](Tað var ein øðiligur fagnaður á Svangaskarði týskvøldið, tá teir í kongabláum spældi seg víðari - Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki bert KÍ, ið skal spæla komandi vikurnar í Europa League. Í fjør byrjaði UEFA við leistinum, at tapandi liðini í fyrsta umfari í Champions League fara yvir í Europa League at spæla. Har skal HB spæla ímóti Linfield, ið tapti 6-0 samanlagt fyri Roseborg. Eftir dystin í Norðurírlandi í gjár varð endaliga greitt, at Linfield á fimta sinni skal til Føroyar at spæla evropeiskan dyst. Hetta er tó fyrstu ferð, at HB og Linfield hittast.

Norðurírsku meistararnir koma helst at spæla tætta uppgerð ímóti føroysku meistarunum. Linfield hevur altíð víst seg at verið júst ov sterkt fyri føroysk mótstøðulið. Hetta er triðja norðurírska liðið, ið hevur føroyska mótsstøðu í summar. Ballymena, ið endaði á 2. plássi í kappingini, sló NSÍ út úr undanumfarinum, og steypavinnararnir Crusaders hava eina 2-0 leiðslu við til Føroyar, eins og Ballymena hevði. Crusaders spælir í Gundadali ímóit B36 í kvøld. 

HB byrjar á heimavølli ímóti Linfield. Tann dysturin er nú ásettur at vera týsdagin 23. juli kl.16.45. Útidysturin verður leiktur hósdagin 1. august klokkan 19.45.

Dagført: Kl. 11.10



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder