Fótbóltur

HB skal møta meistaraliðnum úr Andorra

25. juni spæla greipuvinnararnir um at koma í finaluna í undanumfarinum Champions League, og HB má metast at vera favorittur ímóti Inter Club d'Escaldes. Tað er framvegis óvist, hvar dysturin verður leiktur - hetta verður avgjørt í dag.

HB skal sum føroyameistari umboða Føroyar í Champions League í ár. Tveir dystir skulu vinnast fyri at koma í fyrsta umfar. Fyrst skal Inter Club d'Escaldes basast - hvar er óvist (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB skal sum føroyameistari umboða Føroyar í Champions League í ár. Tveir dystir skulu vinnast fyri at koma í fyrsta umfar. Fyrst skal Inter Club d'Escaldes basast - hvar er óvist (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-08 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan skuldi umfarið, ið er skipa sum ein mini-kapping, verða leikt í Tórshavn, men fríggjadagin fekk Havnar Bóltfelag boð um, at koronuleiðreglurnar viðvíkjandi sóttarhaldi í Føroyum eru ov strangar.

Les eisini: UEFA: Koronuleiðreglurnar í Føroyum eru ov strangar til Champions League

Harvið fór nakað av fyrimunin hjá HB burtur, men greipuvinnararnir vóru annað av teimum fýra liðunum, ið vóru styrkismett, og harvið verður mótstøðan í hálvfinaluni, sum nú er sett at vera 25. juni ístaðin fyri 22. juni, ein á pappírinum nakað veikari.

Nýtt stórlið í Andorra og Ildefons Lima

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at tað verður Inter Club d'Escaldes, sum HB skal framvið fyri at sleppa at spæla finaluna um at koma víðari til fyrsta umfar í Champions League. 

Inter Club d’Escaldes hevur fyri stuttum gjørt seg galdandi í oddinum í Andorra. Felagið gjørdust meistari í Andorra í farna mánaði, og hetta var annað árið á rað, at liðið úr Escaldes, sum spælir í blá-svørtum troyggjum eins og italska Inter Milan, vann meistaraheitið.

Liðið luttók fyri fyrstu ferð í evropeiskum fótbólti í fjør. Í undanumfarinum til Champions League tapti liðið 2-1 móti Drita úr Kosovo á nevtralum vølli í Sveis. Tað er her, at liðið aftur er nú saman við millum annað HB. Liðið kom síðan inn í annað undanumfar í Europa League, har tað á heimavølli tapti 1-0 móti írska Dundalk, sum seinni sló KÍ út úr kappingini.

Á liðnum eru fleiri landsliðsleikarar hjá Andorra, sum fyri stuttum hava dystast móti Føroyum. Tann mest kendi leikarin, íhvussu er fyri tey ið fylgja føroyskum landsliðsfótbólti, er helst 41-ára gamli Ildefons Lima. Harðføri verjuelikarin var ikki við í Nations League-dystunum í heyst vegna trætu við fótbótssamandið um millum annað Covid-19 manngongdir, men hevur áður spælt ímóti Føroyum. Lima hevur heilar 129 A-landsdystir fyri lítla suðurevropeiska landið, og teir dystirnar strekkja seg yvir heili 24 ár.

Í 2013 hittust meistaraliðini í Føroyum og Andorra - tá vann EB/Streymur samanlagt 7-3 á Lusitanos.

Óvissa um leikstaðin

Á heimasíðuni hjá UEFA stendur, at spælt verður í Føroyum, men helst er hetta ikki dagført. Páll Mohr Joensen, formaður í HB, upplýsti fyri lítlari løtu síðani fyri Portalinum, at felagið hevur fingið boð um, at avgerðin verður tikin seinni í dag.

Um tað so verður í einum av hinum trimum londunum ella í uttanveltaðum landi, fæst greiða á skjótt. Pólland hevur verið nevnt sum ein møguleiki. Í øllum førum er greitt, at HB skal vinna á meistarunum á Andorra fyri at spæla avgerandi dystin móti Folgore úr San Marino ella Prishtina úr Kosovo fyri at koma víðari í kappingini. Har er meistaraliðið úr Kosovo favorittur.

Tey trý liðini, ið ikki megna at vinna hetta undanumfarið, fara yvir í nýggju UEFA Conference League, har KÍ og NSÍ skulu spæla í juli.

Champions League undanumfar
25. juni
Inter Club d'Escaldes (Andorra) - HB
Folgore (San Marino) - Prishtina (Kososvo)

Finalan verður leikt 28. juni - upprunaliga var tað 25. juni og hálvfinalan 22. juni.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder