Fótbóltur

UEFA: Koronuleiðreglurnar í Føroyum eru ov strangar til Champions League

Hetta gongur útyvir HB, ið kortini ikki sleppur at hýsa undanumfarinum seinni í mánaðinum. Hetta skrivar in.fo. Ístaðin skulu meistararnir til Andorra, San Marino og Kosovo - seinasti møguleikin er, at spælt verður í uttanveltaðum landi.

René Shaki Joensen og HB sleppa kortini ikki at spæla Champions League í Føroyum - í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Í fjør kom KÍ víðari orsakað av koronutilburðum hjá Slovan Bratislava (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen og HB sleppa kortini ikki at spæla Champions League í Føroyum - í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Í fjør kom KÍ víðari orsakað av koronutilburðum hjá Slovan Bratislava (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-04 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur í dag fingið ein ítróttarligan og fíggjarligan smeit, orsakað av koronuleiðreglunum í Føroyum. Føroyameistararnir mugu metast at vera favorittar at spæla seg víðari úr undanumfarinum til Champions League, og tann leikluturin var greiðari við tí, at greipuvinnararnir skuldu spæla dystirnar á heimavølli. Hetta er nú farið fyri skeyti, tí UEFA hevur tikið vertsleiklutin frá HB

Tað skrivar in.fo 

Sambært heimasíðuni hevur Havnar Bóltfelag fingið boðini frá evropeisku fótbóltssamgonguni í morgun. Trupulleikin er, at UEFA metir koronareglugerðirnar í Føroyum at vera ov strangar.

Serliga er tað mannagongdin við, at um ein spælari verður smittaður, so skal ein heilur hópur í sóttarhald. Hetta sóu vit viðvíkjandi Slovan Bratislava í fjør, tá slovakisku meistararnir skuldu spæla í Klaksvík. Tá kom KÍ víðari uttan dyst, tí verandi koronumannagongdir vórðu fylgdar sambært protokollini hjá evropeisku fótbóltssamgonguni - fyrst varð ein smittutilburður staðfestir, síðani ein afturat, og so vóru boðini frá landslæknanum, at allir í ferðalagnum hjá Slovan skuldi í sóttarhald ella av landinum við leiguflogfari.

Óviss støða

Talan er um allarfyrsta umfar. í størstu kappingini sum er fyri lið - eitt slag av undanumfari. Meistararnir úr teimum fýra londunum samanlagt lægst styrkistølum (koefficienti) seinastu fimm árini hittast í einum landi, har fyrst hálvfinala er á skránni - lutakast um hálvfinalurnar verður týsdagin - og so finala um pláss í sjálvum fyrsta undanumfarinum. Serliga eru tað ringu føroysku úrslitni í 2016 og 2017 gera, at HB í ár noðyist at byrja so tíðliga.

Ætlanin var, at føroyski høvuðsstaðurin skuldi hýsa dystunum 22. juni og 25. juni, men nú fer UEFA at finna nýggjan vert. Hini trý meistaraliðini eru úr Andorra, San Marino og Kosovo. Talan er um ávíkavist Inter Club d´Escaldes, Folgore og Prishtina. Metast kann, at serliga høvuðsstaðarfelagið úr Kosovo kann geva HB veruligar trupulleikar, og at tað ikki verður spælt í Tórshavn, kann fáa eina ávirkan. Hetta hevur eisini fíggjarligar avleiðingar við sær hjá meistarunum. Eitt er mistar áskoðarainntøkur - eitt annað er eyka útreiðslur fyri ferðing og gisting.

UEFA hevur møguleikan at gera sum seinasta ár, tá hetta formatið varð nýtt fyri fyrstu ferð: At leggja stuttu kappingina millum tey fýra liðini í einum uttanveltaðum landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder