Fótbóltur

HB snávaði á Svangaskarði

B68 fekk óvæntað trý stig móti FM-biðlunum í HB. Trý stig, sum kunnu gerast dýr í meistarastríðnum hjá teimum reyðu og svørtu.

Frøi á toftamonnum (Skíggjamynd: Televarpið)

Frøi á toftamonnum (Skíggjamynd: Televarpið)

2024-06-28 20:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kom bara eitt mál á Svangaskarði í kvøld. Málið skoraði 17 ára gamli Bartal Páll Klein í 27. minutti tá hann legði B68 á odda 1-0. Hetta var eftir mistak í HB-verjuni.

Hóast HB trýsti og trýsti, og seinni hálvleikur at kalla var eitt langt HB-álop, fingu teir reyðu og svørtu ikki bóltin inn. B68 stríddist sum úlvur á skóg og onkursvegna lá onkur fyri ella skutu HB'ararnir við síðurnar av hvørja ferð.

1-0 til B86, sum undan hesum umfarinum lá til niðurflyting á níggjunda plássi. Trý óvæntað men ikki minst kærkomin stig til toftamenn sum nú hava tíggju stig og eru fyribils á einum áttanda plássi.

Hjá HB kann tapið í kvøld gerast dýrt. Víkingur og EB/Streymur hittast í Sarpugerði seinnapartin í morgin, og tá kann Víkingur gerast einsamalt oddalið.

B68 - HB 1-0 (1-0)
27' Bartal Páll Klein 1-0

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 39 stig
2. HB 39 stig*
3. KÍ 27 30 stig
4. NSÍ 25 stig
5. B36 20 stig
6. 07 Vestur 18 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig*
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder