Fótbóltur

HB tók av í oddastríðnum

Eftir javnleikin í Klaksvík fyrr í dag vann HB stórt á ÍF/Víkingi, og nærkast nú oddinum.

HB vann heili 7-0 á ÍF/Víkingi, og er av álvara við í oddastríðnum 
(Mynd: Sverri Egholm)

HB vann heili 7-0 á ÍF/Víkingi, og er av álvara við í oddastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-16 23:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB tók av í oddastríðnum, tá 16.umfar varð leikt. Eftir javnleikin í Klaksvík fyrr í dag vann HB stórt á ÍF/Víkingi, og nærkast nú oddinum. EBS/Skála fekk í seinastu løtu tryggjað sær ein javnleik við Djúpumýru, tá oddabrak var í dag.

Les meira her 

Úrslitið opnaði hurðina fyri HB, ið tók ímóti ÍF/Víkingi í Gundadali. Og HB tók av álvara av, og vann heili 7-0 á felagsliðnum, ið annars hevur spælt nógvar tættar dystir móti ovaru liðunum í ár. Tað skrædnaði av álvara í 2.hálvleiki. Tá liðini fóru til hálvleiks var 1-0 til HB, men í 2.hálvleiki koyrdu HB-kvinnurnar eitt gir ella tvey upp.

Tað var serliga innskifta Julia Naomi Mortensen, ið skarað framúr fyri HB. 17-ára gamli leikarin skoraði heili fýra ferðir. HB er nú eitt stig aftanfyri KÍ og fýra aftanfyri EBS/Skála.

Á Toftum var botnuppgerð, tá B36 var á vitjan. Hvørgan av liðunum høvdu roynt kensluna av at vinna í Betri-deildini í ár, men í dag koppaði tað til B36. B68 kom annars á odda eftir eitt korter, men Bára S.Magnussen skoraði fimm minuttir undan hálvleiki og fimm minuttir eftir hálvleik. Í yvirtíðini lukkaði Marjun Danielsen dystin, og B36 kemur harvið uppá 5 stig og uppá eitt einsamalt 5.pláss.

16.umfar: 

KÍ - EBS/Skála 1-1(1-0)
B68 - B36 1-3(1-1)
HB - ÍF/Víkingur 7-0(1-0)

Støðan: 

1. EBS/Skála 40 stig
2. KÍ 38 stig
3. HB 37 stig
4. ÍF/Víkingur 18 stig
5. B36 5 stig
6. B68 2 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder