
KÍ og EBS/Skála hittust til oddabrak við Djúpumýru tíðliga seinnapartin. Tvey stig skiltu liðini undan dystinum, og tað er framvegis munurin.
Tað sá leingi út til, at KÍ skuldi taka øll trý stigini, eins og tá liðini hittust í Klaksvík í mai. Rannvá B. Andreasen sló, sum ikki einaferð til fyri KÍ. Tað var eftir ein stóran hálvan tíma.
EBS/Skála trýsti í 2.hálvleiki, meðan KÍ hótti við mótálopum og hevði møguleikar at avgera dystin. Men í seinasta minutti javnaði útiliðið. Eftir eitt frísparksinlegg sprakk bólturin í Birnu T. Mikkelsen, og so var 1-1.
Hetta var eitt gott stig fyri oddaliðið, ið harvið heldur KÍ aftanfyri seg. Liðini hittast aftur 11.oktober á Skála.
HB spælir seinni í dag móti ÍF/Víkingi. Har kann HB hála inn á bæði KÍ og EBS/Skála, ið eru ávíkavist fýra og seks stig frammanfyri.
16.umfar:
KÍ - EBS/Skála 1-1(1-0)
1-0 32.min Rannvá B. Andreasen
1-1 89.min Birna T. Mikkelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald