Fótbóltur

HB vann slagið um Havnina og fekk fyrsta sigurin í ár

Ongin steðgar KÍ, ÍVB fór við øllum á Eiði, og í slagnum um Havnina vann HB loksins sín fyrsta sigur í ár.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2020-06-21 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Sætta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt í dag, og fyri fyrstu ferð síðan fyrsta umfar, varð ein vinnari funnin í øllum trimum dystunum.

B36-HB 0-2
Eftir eina trilvandi byrjan uppá kappingarárið  bragdaði endiliga hjá HB, tá havnaliðini brustu saman í Gundadali í dag. 

Liðini skiftust um at stýra dystinum fyrstu løtuna, tó uttan at skapa veruligar málmøguleikar.  Men tá góður hálvur tími var farin, fekk HB hol á. Sara Samson Lamhauge slapp í skotstøðu nakað uttanfyri brotsteigin, og skotið brast í tvørstongina, áðrenn bólturin umvegis málverjan endaði í málinum. 

Seinni hálvleikur var bert 10 minuttir gamal, tá Ása Stórá Carlsen økti til 2-0, og so kundi HB trygt spæla ársins fyrsta sigur í hús. 

EBS/Skála – ÍVB 0-2
Á Eiði komu armarnir niður aftur eftir sigurin á HB hóskvøldið, tí í dag kom millum lítið og onki burturúr hjá EBS/Skála móti ÍVB.

Heimaliðið kom væl frá byrjan og var meira spælstýrandi í fyrra hálvleiki, men fleiri ferðir manglaði tað tiltikna seinasta í, fyri at møguleikarnir gjørdust vandamiklir. Ístaðin vóru tað gestirnir, sum løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir eitt langskot slapp bólturin at støkka út aftur í brotsteigin, haðani Mona Rasmusdóttir kundi stúta hann í netið.

Jensa Tórolvsdóttir økti um leiðsluna, tá hon skoraði til 2-0 í 66. minutti. Saman við Mary-Ann Zachariassen legði hon trýst og vann bóltin frá EBS/Skála verjuni langt uppi á vøllinum, áðrenn hon slapp framvið Onnu S. Hansen og setti bóltin í málið.

Eftir hetta var greitt, at ÍVB fór at taka øll stigini við av Eiði, og gestirnir vóru fleiri ferðir nærri við at økja um leiðsluna, enn EBS/Skála var at minka um munin.

NSÍ-KÍ 1-2
Hóast flestu dystirnir hava verið tættir, so hevur ongin enn megnað at tikið stig frá føroyameistarunum, og uppgerðin við Løkin í dag fylgdi sama mynstri.

KÍ fekk eina dreymabyrjan, tá Evy á Lakjuni legði tær á odda longu í 12. minutti, og tær bláu høvdu eisini tamarhald á støðuni allan fyrra hálvleik, sjálvt um tær ikki megnaðu at økja um leiðsluna.

NSÍ kom so líðandi fyri seg og spælið gekk javnt fyri seg í seinna hálvleiki. Trýstið móti KÍ málinum øktist, og tað gav úrslit í 80. minutti, tá Heidi Sevdal javnaði eftir horna.

Breiddin í hópinum hjá føroyameistarunum vísti seg aftur í dag sum ein styrki, og við at seta Rannvá Andreasen, Duritu Hummeland og Malenu Josephsen inn í seinna hálvleiki, fekk KÍ roynda orku inn í dystin, og hetta var møguliga avgerandi munurin millum liðini. 85 minuttir vóru spældir, tá Eyðvør Klakstein skoraði sigursmálið og tryggjaði framhald av sigursrøðini hjá KÍ.

Úrslit og málskjúttar

B36 kv. - HB kv. (0-2)
35’ Julia Helena Dal Henriksen 0-1
55’ Ása Stórá Carlsen 0-2

EBS/Skála kv. - ÍF/Víkingur/B68 kv. (0-2)
16’ Mona Rasmusdóttir 0-1
67’ Jensa Tórolvsdóttir 0-2

NSÍ kv. - KÍ kv. (1-2)
12’ Evy á Lakjuni 0-1
80’ Heidi Sevdal 1-1
85’ Eyðvør Klakstein 1-2

Stigatalvan

1. KÍ (18 stig)
2. ÍF/Víkingur/B68 (11 stig)
3. NSÍ (6 stig)
4. B36 (6 stig)
5. HB (6 stig)
6. EBS/Skála (4 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder