Fótbóltur

HB vann VFF Cup eftir brotssparkskapping

Fýra mál komu eftir 90 minuttir á Tòrsvølli, tá HB basti Skála í finaluni í kappingini hjá Venjarafelagnum.

Binni hevur lagt HB á odda 1-0
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Binni hevur lagt HB á odda 1-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-16 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB heldur fram, har liðið slapp í fjør. Føroyameistararnir vunnu í kvøld ársins fyrstu kapping. VFF Cup hevur verið seinastu seks vikurnar, og hon endaði í dag við fimm dystum í Gundadali.

Dagurin endaði á Tórsvølli, har HB og Skála spældu finalu. Skála hevur staðið seg væl í venjingardystunum; ikki tapt nakran dyst og skorað í miðal trý mál pr.dyst. Liðini stillaðu við sterkum liðum; hjá HB var norski miðvallarin, ið er til royndarvenjing, við frá byrjan.

HB kom á odda í 1. hálvleiki, men tíggju minuttir inn í 2. hálvleik javnaði Skála. Í 70. minutti legði innskifti danin Søren B. Nielsen Skála á odda, men HB javnaði stutt aftaná. 

Harvið var neyðugt við brotssparkskapping fyri at avgera finaluna, og har var HB stinnari. Betrideildin byrjar um tríggar vikur.

Finalan - Tòrsvøllur


Skála – HB 2-2 (0-1) - 4-5 eftir brotssparkskapping
0-1 Brynjar Hløðversson
1-1 Pætur Dam Jacobsen
2-1 Søren B. Nielsen
2-2 Ari Mohr Olsen

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Teitur R. Joensen, Niels Pauli Danielsen – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard (Ólavur Mikkelsen)  – Edvin Jacobsen, Janus Svabo Samuelsen (Andreas E. Jacobsen), Heðin Klakstein (Jan Ingason Hansen) – Jákup Johansen (Søren B. Nielsen)

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Ròi Davidsen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Brynjar Hløðversson, Andreas Breimyr (Lasse T. Andersen) – Pætur J. Petersen, Dan í Soylu, Símun Samuelsen – Ari Mohr Olsen


Sí eisini: Myndir: HB - Skála


Fyrr í dag vórðu fýra plaseringsdystir leiktir, har B36, NSÍ, TB og AB vunnu:

Dysturin um 7. og 8. pláss - Ovari vøllur

B36-Víkingur 2-0 (1-0)
1-0 Benjamin Heinesen
2-0 Eli F. Nielsen 


Dysturin um 3. og 4. pláss - Tórsvøllur

NSÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1)
0-1 Gestur B. Dam
1-1 Jann Benjaminsen 
2-1 Jann Martin Mortensen 
3-1 Jann Benjaminsen 


Dysturin um 9. og 10. pláss - Ovari vøllur

ÍF – TB 0-2 (0-2)
1-0 Ivan Ivanovic
2-0 Stefan Radosavljevic



Dysturin um 5. og 6. pláss - Tòrsvøllur

KÍ – AB 3-4 (1-2)
1-0 Tóki á Lofti
1-1 Patrik Johannesen
2-1 Leivur Holm Joensen
2-2 Darius Lewis
3-2 Bjarki Nielsen
3-3 Patrik Johannesen
4-3 Heri H. Mohr 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder