Fótbóltur

HB varðveitir oddasessin

Meistararnir í fjør og avbjóðarin, HB, hava bæði fulla úrtøku fyrstu trý umførini.

(Skíggjamynd: Televarpið)

(Skíggjamynd: Televarpið)

2022-03-20 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan skuldu tríggir dystir spælast í dag, men sum vit skrivaðu um seinnapartin, var ov nógvur vindur til fótbólt í Norðragøtu, og tískil er dysturin millum Víking og AB útsettur.

Meistararnir vóru á vitjan í Streymnesi hjá EB/Streymi, og ikki óvæntað vóru klaksvíkingar omaná allan dystin, og vunnu trygt 2-0. Málini gjørdu Páll Andrasson Klettskarð í 10. minutti og Deni Pavlovic í 16. minutti.

Á Skála var 07 Vestur á vitjan. Nógvi vindurin órógvaði spælið nakað, men eingi mál komu. Javnleikur 0-0.

Tveir dystir í triðja umfari vórðu leiktir í gjár. Grannauppgerð var við Løkin í Runavík millum NSÍ og B68. Toftamenn vóru á degnum væl betri enn runavíkingar á degnum, og vunnu 2-0. Hetta er fyrsti sigurin í bestu mansdeildini hjá B68 móti NSÍ í tíggju ár.

Tórsvøllur var eisini karmur um grannauppgerð, har HB og B36 spældu seint í gjárkvøldið. HB hevði stóran part av spælinum og fleiri møguleikar. Í 57. minutti bragdaði, tá Stefan Radosavljevic rann hálvan vøllin og rann frá B36-verjuni og setti bóltin í málið.

Úrslitini hetta umfarið hevur við sær, at HB varðveitir oddasessin við níggju stigum eftir tríggjar dystir. KÍ hevur eisini fulla úrtøku, men havnarmenn hava betri málmun.

Nær dysturin millum Víking og AB verður leiktur, er ikki greitt enn. Nú verður landsliðssteðgur, og A-landsliðshópurin fer til Spania á venjingarlegu í morgin.

Síggj hæddarpunkt frá 3. umfari her (tv.fo)

Úrslit í 3. umfari

NSÍ - B68 0-2 (0-2)
15’ Sebastian Lau Nielsen 0-1
45’ Steffan Løkin 0-2

HB - B36 1-0 (0-0)
57' Stefan Radosavljevic 1-0

EB/Streymur - KÍ 0-2 (0-2)
Páll Andrasson Klettskarð 0-1
Deni Pavlovic 0-2

Skála - 07 Vestur 0-0

Víkingur - AB
Avlýstur vegna vind

Stigatalvan Betri deildin menn

1. HB (9 stig)
2. KÍ (9 stig)
3. B68 (4 stig)
4. B36 (3 stig)
5. Víkingur (3 stig)*
6. EB/Streymur (3 stig)
7. NSÍ (3 stig)
8. 07 Vestur (2 stig)
9. Skála (2 stig)
10. AB (1 stig)*

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder