Fótbóltur

HB við sjálvsáliti kann elva KÍ høvuðbrýggj

Sjeynda umfar í Betri deildini hjá kvinnum verður spælt í morgin. Spenningur kann væntast í øllum trimum dystunum..

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-27 20:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Spenningur kann væntast í øllum trimum dystunum, tá sjeynda umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt sunnudagin.

Kl. 13:00 EBS/Skála-NSÍ

Runavíkingar vóru greitt omaná, tá liðini hittust í fyrsta umfari, men nógv er hent síðan tá. EBS/Skála hevur fingið fleiri royndir, ein sigur og ein javnleik til høldar, meðan NSÍ ikki hevur vunnið síðan fyrsta umfar.

Stigini hjá EBS/Skála eru øll vunnin á heimavøllinum, sum eisini verður karmur um dystin sunnudagin, og tað talar fyri, at dysturin verður javnur og spennandi. Men NSÍ kvinnurnar eru stinnar í verjupartinum og svangar eftir einum sigri. Saman við 4-0 sigrinum í fyrsta dystinum ger tað NSÍ til favoritt, men ein javnleikur er heldur ikki ósannlíkur.

Kl. 14.45: HB-KÍ
Hýrurin hevur verið góður í HB leguni hesa vikuna eftir kærkomna sigurin á grannunum í farna umfari. Armarnir skulu tó niður aftur og ermarnar rullast upp, um havnakvinnur skulu koppa oddaliðnum, sum framvegis hevur fult stigatal.

Tí maskinan hjá KÍ er væl smurd. Tær vinna allar sínar dystir, og tær gera tað uttan stórvegis hóvasták, sjálvt um sigrarnir ikki eru stórir. Samansetingin av ungum og sterkum leikarum sum Biritu Ryan og Evy á Lakjuni, fyri bert at nevna tvær, sum hava spælt sannførandi higartil í ár, stendur sterk saman við teimum eldru leikarunum, sum við royndum og yvirblikki duga at spæla sigrarnar í hús.

Gongdin higartil í ár ger KÍ til favoritt, hvørja ferð, tær fara á vøllin, men HB skal als ikki undirmetast. Við sigrinum á B36 hava tær fingið sjálvsálitið aftur, og hóast liðið framvegis hevur tørv á at skora fleiri mál, so kunnu eitt nú Sara Samson Lamhauge og Julia Naomi Mortensen á einum góðum degi elva KÍ verjuni veruligt høvuðbrýggj.

Kl. 18:00 ÍVB-B36

Tað kom óvart á tey flestu, tá B36 bukaði ÍVB í Gundadali í fyrsta umfari, og tá felagsliðið í annaðkvøld fer á vøllin í Sarpugerði, verður tað óivað fyri at hevna tapið. Men tað verður allarhelst ein sera trupul uppgáva.

Skaðislistin hjá ÍVB er langur og tað gevur teimum trupulleikar við at halda spælið og avrikini á einum jøvnum støði yvir tíð. Bulurin á liðnum hevur tó høga góðsku, og tað er orsøkin til, at ÍVB í løtuni er nummar tvey í Betri Deildini. 

Hjá B36 minnir støðan nógv um hana hjá NSÍ. Tær hava ikki vunnið síðan 4-1 sigurin á ÍVB í fyrsta umfari, ístaðin er tað blivið til javnleikir, sum í longdini muna ov lítið á stigatalvuni. Dygdirnar eru tó á liðnum, og tá tær fáa spælið at koyra, eru tær krútsterkar, og tað veit ongin í deildini betur enn júst ÍVB.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder