Føroyar spældu seinnapartin tann fyrra venjingardystin í Kaunas móti Litava. Dystirnir eru umráðandi partur av fyrireikingini til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.
(Føroyska byrjunaruppstillingin í Kaunas - Mynd: FSF)
Føroyar byrjaðu væl og fingu brotsspark eftir smáar tíggju minuttir, tá Heidi Sevdal varð togað niður í samaband við eitt hornaspark. Tað tók hon sjálv, og hon smekkaði bóltin heilt niður í vinstra málhorn. Litava fekk tó yvirvágina og skoraði uppá beinleiðis fríspark frá brotsteigarmarkinum miðskeiðis í hálvleikinum. Stutt áðrenn hálvleik legði heimaliðið seg á odda. Aftur var tað eftir ein deyðbólt; ein bóltur sum kom innfyri aftur eftir hornaspark.
Føroyska liðið fekk javnvág í næstan beinanvegin. Birna T. Mikkelsen legði ein langan og beinraknan bólt fram til sín gamla liðfelaga, ið gjørdi eina góða renning afturum litavisku verjuna. Heidi avsluttaði fyrstu ferð; stødd á brotsteigarmarkinum til vinstru. Tað var eitt sera elegant mál - føroyski profilurin lyfti bóltin uppum málverjan, ið var komin eitt sindur út úr málinum. 30 ára gamla Heidi Sevdal hevur nú skorað 21 mál í 49 landsdystum.
Eftir 2-2 málið høvdu bæði liðini nakrar støður - heimaliðið var kanska nakað nærri við at avgera dystin. Tað komu nakrar broytingar á føroyska liðnum ígjøgnum dystin, og ársins stjørnuskot í føroyskum fótbólti í fjør, Julia Naomi Mortensen, fekk sína debut. Tað verða helst nakrar broytingar í byrjunaruppstillingini til týsdagin, tá liðini spæla aftur.
Venjingardystur á NFA leikvøllinum í Kaunas - 7.apríl
Litava - Føroyar 2-2 (2-1)
0-1 9' Heidi Sevdal (br.)
1-1 23'
2-1 38'
2-2 49' Heidi Sevdal
Føroyska liðið: Jóna Nicolajsen - Birna T. Mikkelsen, Birita B. Nielsen, Lív F. Arge, Rebekka E. Danielsen ('40 Katrina Akursmørk) - Sara Samson Lamhauge ('79 Olga Kristina Hansen) , Eyðvør Klakstein, Margunn Lindholm (63' Julia Naomi Mortense), Jacoba Langgaard (63' Rebekka F. Benbakoura) - Ásla Johannesen (L) ('79 Sarita Maria Mittfoss), Heidi Sevdal
Venjari: John Petersen
Myndir frá dystinum kunnu síggjast á Facebook-síðuni hjá Fótbóltssamband Føroya
Fótbóltur
Heidi Sevdal tryggjaði Føroyum javnleik í Litava
Føroysku kvinnurnar leiktu ein tættan dyst í Kaunas, har Heidi javnaði við fráíkum málið.
Heidi Sevdal hevur her lagt Føroyar á odda við brotssparki (Mynd: FSF)
2019-04-07 18:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald