Fótbóltur

Heiðursmerki, Evropa, stigamet og niðurflyting framvegis uppá spæl

Hóast FM er avgjørt, er ymiskt annað at spæla um, nú fýra umfør eru eftir.

Víkingur tekur ímóti unga og vælleikandi B36-liðnum. Heimaliðið hevur harðliga tørv á trimum stigum, um evropeiskur fótbóltur aftur skal gerast veruleiki
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur tekur ímóti unga og vælleikandi B36-liðnum. Heimaliðið hevur harðliga tørv á trimum stigum, um evropeiskur fótbóltur aftur skal gerast veruleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-30 12:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24. umfar í Betri-deildini er á skránni seinnapartin.

Allir dystirnir byrja klokkan 15.00:

07 Vestur - NSÍ
KÍ - AB
Víkingur - B36
EB/Streymur - HB
TB/FCS/Royn - Skála

07 Vestur og AB stríðast fyri 9. plássinum, sum í løtuni er nóg mikið til at varðveita sætið í deildini. B68 hevur fýra stig upp til KÍ og NSÍ og uppflytingarplássið í 1.deild, meðan ÍF í gjár tryggjaði sær uppflyting. 

Í dag spæla botnliðini ímóti KÍ og NSÍ, sum bæði eru skerd, formveik og royna at tryggja sær evropeiskt pláss og heiðursmerki. Um úrslitini laga seg kunnu klaksvíkingar skaffa sær atgongumerki til Evropa League í dag. Eitt stig skilur argjamenn og vágamenn í botninum.

Í Sarpugerði er trýstið á Víkingi, ið skal halda liv í evropeisku vónini. Tað er tó formveikasta liðið, ið tekur ímóti tí formsterkasta; B36 hevur fimm sigrar á rað, meðan Víkingur ikki hevur vunnið seinastu fimm umførini.

Á Eiði vitjar føroyameistarin. HB tryggjaði sær FM í Klaksvík seinasta vikuskifti, og fer nú eftir stigametinum hja B36 frá 2011. Suverena HB-liðið hevur tørv á sjey stigum, fyri at tryggjað sær metið.

Í Trongisvági er 6. plássið uppá spæl, tá Skála er á vitjan.

Støðan undan 24.umfarið: 

1. HB (61 stig)
2. B36 (46 stig)
3. KÍ (45 stig)
4. NSÍ (43 stig)
5. Víkingur (38 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (22 stig)
8. EB/Streymur (20 stig) 
9. 07 Vestur (13 stig)
10. AB (12 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder