Annað

Heilsurenning á flaggdegnum savnar inn til Sclerosufelagið

Á flaggdegnum skipar Bragdið aftur fyri flaggdagsrenning og heilsurenning, og í ár ber til at stuðla Sclerosufelagnum.

(Savnsmynd: Bragdið)

(Savnsmynd: Bragdið)

2022-04-10 16:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagarnir gerast aftur longur og ljósari, og flaggdagur nærkast. Tí nærkast eisini afturvendandi flaggdagsrenningin hjá Bragdinum, sum í ár er tann 36. í røðini.

Aftur í ár verður byrjað og endað á Kongabrúnni, og renningin byrjar klokkan 16, beint aftan á flaggdagshaldið á Vaglinum.

Børn og vaksin, roynd og óroynd, fara at renna, eins og virkir og skúlar fara at luttaka. Rutan er tann sama sum seinastu árini: Byrjað verður á Kongabrúnni og runnið verður so fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir. Teinurin hjá vaksnum er slakar sjey kilometrar.

Í ár er tað møguligt at stuðla Sclerosufelagnum við einari upphædd í tilmeldingini.

Heilsurenningin, sum er samstundis, er vælegnað til tey, ið fegin vilja ganga og renna uttan at kappast. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og fólk velja sjálvi, um tey ganga ella renna eitt umfar ella allan teinin. Heilsurennarar eru ikki við í liðkappingini.

Tey fyrstu 50, sum melda seg til heilsurenningina, fáa eina blusu frá Sclerosufelagnum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Øll, ið luttaka í heilsurenningini, eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Atlantic Airways á 3.000 krónur og eitt uppihald fyri tvey í dupultkamari á Hotel Hilton við morgunmati.

Heilsurenning er fyri tey, sum eru fødd í 2008 ella áðrenn.

Gjaldast kann fyri luttøku online ella kontant við tilmelding á Snarskivuni.
 Tilmeldingarfreistin er leygardagin 23. apríl klokkan 23 á renn.fo.

Heilsurennarar kunnu tó eisini melda til á staðnum, tá ið startnummur skulu heintast. Startnummur verða útflýggjað flaggdagin frá klokkan 14 til 15.30 í Snarskivuni á Vaglinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder