Annað

Heimafelagið vann Ægir-stevnuna

Signhild Joensen og Róland Toftum fingu besta einstaklingaúrslitini.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2018-10-09 09:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ægir bjóðaði til svimjistevnu í vikuskiftinum. 115 íðkarar og 56 lið úr 6 feløgum kappaðust í 40 kappingum.

Tað var eisini felagið úr Klaksvík, sum vann flest heiðursmerki. Ægir vann stevnuna við 20 gull, 18 silvur og 12 bronsu. Nummar tvey gjørdist SuSvim av Suðuroynni við 12 gull, 8 silvur og 15 bronsu. Nummar trý gjørdist Havnar Svimjifelag við 8 gull, 12 silvur og 10 bronsu. Flot av Toftum og Reysti úr Eysturkommunu vunnu hvør sína silvur, meðan Fuglafjarðar Svimjifelag vann eina bronsu.

Besta einstaklingaúrslitið fekk Signhild Joensen úr Ægir, tá hon svam 200 metrar ryggsvimjing við tíðini 2:14.27. Hetta gav 700 FINA stig, skrivar Svimjing.com. Besta úrslitið hjá monnum fekk Róland Toftum úr SuSvim, sum svam 50 metrar bringusvimjing við tíðindi 28.91. Hetta gav 666 FINA stig.

Mansliðið hjá SuSvim setti eisini føroyskt met í 4x50 metra blandaðari svimjing við tíðini 1:50.85.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder