
Í gjárkvøldið legði Neistin út við greiðum sigri á KÍF.
Les meira: Menninir hjá Neistanum væl frá byrjan
Í dag helt 1.umfar í Okkara-deildini fram, og bæði kyndilsmenn og vestmenningar byrjaðu við heimasigrum.
VÍF tók ímóti StÍF. Hóast munurin ikki gjørdist so stórur á máltalvuni, so høvdu vestmenningar allatíðina eina rímiliga trygga leiðslu, og koyrdi sigurin heim ímóti skerdu strandingunum og skálamonnunum.
Í Høllini á Hálsi var eingin ivi, tá ið Team Klaksvík var á vitjan hjá Kyndli. Kyndilsmenn fingu eina leiðslu tíðliga og bygdu so líðandi uppá hana
Okkara-deildin
1.umfar:
VÍF - StÍF 27-23(16-13)
Toppskjúttar: Jóhan í Garðastovu(VÍF) 6 mál, Jóannes A. Prestá(StÍF) 8 mál
Kyndil - Team Klaksvík 32-18(15-9)
Toppskjúttar: Høgni Klein Olsen(Kyndil) 7 mál, Christoffer Madsen(Team Klaksvík) 6 mál
Í gjár: Neistin - H71 24-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald