
Fyrsti dystur í Okkara-deildini, ið er fremsta mansdeildin í hondbólti, varð leiktur fyri løtu síðani í Høllini á Hálsi. KÍF var á vitjan hjá Neistanum, og tað endaði við tryggum sigri til heimaliðið.
Neistin var í FM-finalununum seinasta kappingarárið og kom í dag væl frá byrjan. Tað tók ikki leingi, til heimaliðið hevði tikið leiðsluna. Í hávleikinum var Neistin á odda við fýra málum, og sigurin kom ongantíð í vanda í 2.hálvleiki.
Neistin verður mett at verða ein av liðunum, ið kann bjóða H71 av, meðan í Kollafirði er ein av trupulleikunum ein smalur hópur.
Neistin - KÍF 24-18(11-7)
Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen og Torkil Hentze(Neistin) 6, Hans Eli Sigurbjørnsson(KÍF) 6
Í morgin verða tveir dystir í Okkara-deildini. Báðir byrja klokkan 16.00:
VÍF - StÍF
Kyndil - Team Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald