Fótbóltur

Heimir eftir fyrsta dystin í ár: - Huff, hetta kann gerast trupult

Hóast harðar morgunvenjingar og nógvar fyrireikingar til kappingarárið gjørdist fyrsti dysturin hjá HB í ár eitt vónbrot.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-10-29 20:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingarárið hjá HB byrjaði ikki væl. Við einum 3-0 tapi á heimavølli móti KÍ varð lagt upp til enn eitt ár uttanfyri heitu Evropa League-plássini.

- Eg minnist, eg kom heim og hugsað: Huff, hetta kann gerast trupult, sigur Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, sum leygardagin fekk gullheiðursmerki um hálsin.

Í longri samrøðu, sum Uni Arge hevur gjørt fyri 3-2, tosar Heimir millum annað um fyrsta fystin í kappingarárinum.

- Tað var sjálvandi eitt trupult tap. Eg var greiður yvir, at spælararnir ongantíð høvdu verið undir tílíkum trýsti fyrr undir fyrireikingunum. Teir vandu sera nógv, og tí tók tað sindur av tíð at koma víðari og fáa tað besta burturúr, sigur gullvenjarin í samrøðuni.

[object Object]

[object Object](Myndir: Jens Kr. Vang)

- Men sjálvur dysturin var eitt øgiligt vónbrot. Eg helt, at vit spældu ein góðan fyrra hálvleik. Spælið á vøllinum var fínt, men kanska vantaði at taka betri avgerðir á síðsta triðinginum.

Næsti dystur var móti Føroyameistarunum úr Víkingi, eisini á heimavølli, og tá gekk betri hjá sigursvanda felagnum í Gundadali, har gull er eitt krav hvørt ár.

- Eg kendi beinanvegin á mær, at spælararnir vóru uppsettir undan tí dystinum.

- Vit vunnu 2-1, og eg minnist, at John Frederiksen skoraði sigursmálið, og spælararnir fagnaðu tí, sum vóru teir heimsmeistarar. Tílíkan fagnað hevði eg ikki sæð fyrr.

- Hetta vísti ágrýtnið og viljan, sum spælararnir høvdu. Samanhaldið var eisini farið at vísa seg, sigur Heimir Guðjónsson, sum eisini kemur inn á ymsu leiklutirnar ávísir spælararar hava havt í ár.

[object Object]Øðrvísi sá út leygardagin, tá HB fekk gullið um hálsin (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)


Síggj alla samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder