Fótbóltur

Heimir heldur fram í HB

Oddaliðið í Betri-deildini hevur gjørt sáttmála við íslendska venjaran fyri 2019.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-14 10:31 Author image
Sverri Egholm

Havnar Bóltfelag og íslendski venjarin, Heimir Guðjónsson, hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum í 2019.

Tað kunngerð HB á heimasíðuni í morgun.

- Heimir Guðjónsson hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri HB hetta kappingarárið, og tí eru vit sera fegin um at leingja samstarvið. Saman við Heimi fara vit sum felag at byggja víðari á alt tað, sum higartil er gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB, við heimasíðuna hjá felagnum.

- Tá ið Heimir Guðjónsson varð settur í starv sum venjari fyri besta mansliðið hjá HB, var tað í vónini um, at vit kundu byggja eitt nýtt lið upp, og at felagið yvir eitt áramál aftur kundi koma upp í oddin í føroyskum fótbólti við einum haldgóðum grundarlagi.

Tað má sigast at hava gingið væl hjá felagnum. HB liggur nummar eitt við 55 stigum, tíggju stig frammanfyri KÍ á øðrum plássi.

- Heimir Guðjónsson er 49 ára gamal og hevur sjálvur spælt á hægsta stigi í Íslandi, har hann eisini er høgt í metum sum venjari. Sum leikari spældi hann við KR frá 1986, eitt skifti leikti hann við ÍA fyri síðan at spæla við FH til 2006. Sum venjari eydnaðist Heimi Guðjónsson at gerast meistari fimm ár á rað við FH, áðrenn hann kom til HB.