
Pristina, Kosovo (Portalurin): Tað er langt síðani avgjørt, at um Føroyar spældu seg til EM-endspælið 2026, so skal liðið spæla sínar bólkaspælsdystir í Noreg.
Tá plássið í kvøld varð fingið til høldar - við stríðssigri í Kosovo - var skjótt, at EHF Euro skrivaði:
- Føroyar vístu seg væl fram í seinastu minuttunum móti Kosovo við at tryggja sær pláss í sínum øðrum EM-endspæli.
Mynd: EHF Euro
Í norska hondbóltssambandinum fegnast tey eisini um, at føroyingarnir koma tíðliga næsta ár.
- Føroyar eru til reiðar til EM 2026 og spæla bólkaspæl í Noreg. Hetta verður í Unity leikhøllini í Oslo/Bærum í tíðarskeiðnum 15.–20. januar 2026.
Í hinum bólkinum, sum verður í norska høvuðsstaðarøkinum, skal Noreg spæla.
Hvørji hini liðini vera, verður greitt í næsta mánaða tá lutakastið hevur verið. Føroyar skulu royna at vinna sær 1. plássið og betri treytir við at fáa stig móti Ukraina, sum vitjar við Tjarnir sunnudagin klokkan 17.
Tað eru nógvir føroyingar, sum longu hava bókað sær pláss til gistingrhús og annað í Oslo. Fleiri túsund standa á bíðilista hjá ferðaskrivstovum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald