Annað

Heimsins bestu fótbóltsleikarar skulu finnast í kvøld

Tiltakið hjá Fifa 'The Best' verður í London í kvøld.

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-09-24 18:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tiltakið "The Best" hjá Fifa verður í London kvøld, har heimsins bestu fótbóltsleikarar m.a. skulu finnast.

Tað verður antin Cristiano Ronaldo, Luka Modric ella Mohamed Salah, sum vinna hendan heiðurin.

Hjá kvinnunum verður tað antin norska Ada Hegeberg, týska Dzsenifer Marozsan, ella Marta úr Brasil.

Danski landsliðsmálmaðurin Kasper Schmeichel er tilnevndur í bólkinum besti málmaður. Hann skal kappast ímóti franska Hugo Lloris og belgiska Thibaut Courtois.

Eisini skal besti venjari hjá monnum, besti venjari hjá kvinnum og bestu fjepparar og besta málið finnast.

Tiltakið verður m.a. at síggja á DR3 frá klokkan 19.15 føroyska tíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder