
Í kvøld byrjar Champions League aftur. Fótbóltsfjepparar kring heimin hava glett seg, tí nú skulu størstu stjørnurnar aftur dystast mitt í viku kring Evropa.
Átta dystir eru á skránni í kvøld, og eitt sermerkt er, at tveir dystir byrja longu klokkan 17.55. Hetta er nakað nýtt, ið UEFA roynir. Hinir seks dystirnir byrja klokkan 20.00 og ikki 19.45, sum vanligt hevur verið.
Barcelona skal í eldin nú heilt skjótt, og áhugaverdur dystur er í Milano, har Tottenham er á vitjan. Heilt stóri dysturin í kvøld er tó klokkan 19.45 á Anfield, har Neymar, Mbappé, Cavani og hinar stjørnurnar úr PSG skulu dystast móti liðnum hja Klopp.
Skráin í kvøld:
17.55
Bólkur B:
Barcelona - PSV
Inter Milan - Tottenham
20.00:
Bólkur A:
Monaco - Atletico Madrid
Club Brugge - Dortmund
Bólkur C:
Liverpool - PSG
Reyða Stjørna - Napoli
Bólkur D:
Schalke - Porto
Galatasaray - Lokomotiv Moskva
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald