Kappróður

Heimsmeistarin Mattias heiðraður í heimbygdini

Hósvíkingurin kom aftur úr Kanada við tveimum heiðursmerkjum, og nógv fólk møttu upp til móttøkuna í róðrarneystinum í Hósvík í gjár.

Mynd: sunda.fo

Mynd: sunda.fo

2023-03-02 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti staðfestu føroysku rógvararnir aftur sína styrki til eitt HM í inniróðri. Fleiri heiðursmerki komu í hús í Toronto, og millum stinnu rógvararnar var ein ungur hósvíkingur.

Les eisini: Mattias er heimsmeistari

Róðrarsamband Føroya skrivar soleiðis um avrik hansara sunnudagin:

- Mattias Durhuus róði í bólkinum 17-18 ár. Mattias hevði ein góðan start, har hann legði seg á odda. Hann róði ein sera sannførandi róður frá byrjan til enda. Í harðari kapping gjøgnum allan róðurin megnaði hann at rógva seg til eitt flott 2. pláss. Mattias setti somuleiðis persónligt met.

Eitt silvurheiðursmerki til HM er ógvuliga flott, men gull er uppaftur betri, og eitt slíkt fekk Mattias í hús dagin fyri, tá hann róði 500-metra teinin. Í gjár varð hann heiðraður í heimbygdini.

- Fagnaðurin var stórur, tá ið heimsmeistarin í inniróðri, Mattias Durhuus kom heim til Hósvíkar við ikki færri enn tveimum heiðursmerkjum. Mattias hevur verið í Toronto og kappast, og úrslitið bleiv eitt gullheiðursmerki í 500m og eitt silvurheiðursmerki í 2000m, skrivar Sunda kommunu á heimasíðu sínari.

Talan var um almenna móttøku í Róðrarneystinum í Hósvík, har nógv fólk møtti upp. Borgarstjórin, Jógvan Kruse, segði nøkur orð og handaði Mattiasi eitt blómutyssi fyri framúrskarandi úrslitini, skrivar sunda.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder