Fótbóltur

Heini Vatnsdal byrjar ístaðin fyri Rógva

Rógvi Baldvinsson fekk ein skaða undir upphitingini, og tað er longu greitt, at Heini Vatndal avloysir hann á verjukenda miðvallaranum.

Ein vónbrotin Rògvi Baldvinsson noyddist at steðga mitt í upphitingini vegna skaða í tjúkkanum
(Mynd: Sverri Egholm)

Ein vónbrotin Rògvi Baldvinsson noyddist at steðga mitt í upphitingini vegna skaða í tjúkkanum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-20 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið noyðist at gera eina broyting nú lítlan hálvan tíma undir fyrsta bríksli.

Undir einum sprinti sá út til, at Rógvi Baldvinsson fekk eitt skot í høgra tjúkka; talan er eina fipur. Verjukendi miðvallarin úr Bryne í Noregi er byrjaður inn tveir teir seinastu dystirnar.

Hann noyddist at seta seg niður og fekk beinanvegin viðgerð frá lækna og fyisioterapeutum. Børan var á veg, men viðgerðin helt fram, og Rógvi noyddist av vøllinum við høkjum.

Heini Vatnsdal var alt fyri eitt biðin um at koma at hita upp saman við teimum í byrjunaruppstillingini, og 27-ára gamli vágbingurin, ið spælir í Fremad Amager, fær harvið sín møguleika frá fyrsta bríksli.

Føroyska liðið (4-2-3-1): Gunnar Nielsen - Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Heini Vatnsdal, Brandur H. Olsen - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Jákup L. Thomsen  

[object Object](Mynd: Ragnar A. Jacobsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder