Hondbóltur

Helgi hevur longt sáttmálan við Viking Stavanger

- Lítið visti víkingarnar, ið tóku Føroyar fyri áleið 1200 árum síðani, at honbóltsliðið Viking fór at enda við einum krígshugaðum føroyskum víkingi á strikuni.

Helgi í verjustøðu í HM-undnakappingardysti í Luksemburg (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi í verjustøðu í HM-undnakappingardysti í Luksemburg (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-05 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Viking Stavanger er í gongd við at brynja seg til at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini. Liðið flutti, við tveimum føroyingum sum lyklaleikarum, upp í vetur. Kjartan Johansen av Strondum gjørdist toppskjútti, og Helgi Hildarson Hoydal skoraði næstflest mál. Hoyvíkingurin var liðformaður hjá uppflytarunum, og í dag hevur felagið kunngjørt hetta:  

- Helgi Hildarsson Hoydal hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála við felagið, og hann verður ein umráðandi leikari, tá vit taka fetið upp í Rema 1000 deildina. Sum navnið týðir uppá, so eru ílegurnar frá oyggjum úti í Atlantshavninum. Lítið visti víkingarnar, ið tóku Føroyar fyri áleið 1200 árum síðani, at honbóltsliðið Viking fór at enda við einum krígshugaðum føroyskum víkingi á strikuni

Hetta skrivar norska felagið, ið Helgi kom til fyri tveimum árum síðani, á heimasíðu sínari. Tað var Kjartan Johansen, ið viðmældi Helga. Strikuleikarin var plágaður av skaðum fyrsta árið, men í fjør fekk hann veruliga gjørt um seg. 

[object Object]
Mynd: Trine Nessler Wichmann

Helgi Hildarson Hoydal er nú 24-ára gamal. Hann hevur spælt 14 A-landsliðsdystir fyri Føroyar. Felagið fegnast um, at sterki hoyvíkingurin er til reiðar at ganga á odda fyri svongu víkingunum og leiða teir út í kríggj ímóti sterku liðunum í Rema 1000-deildini, ið byrjar fyrst í september. Hann verður lýstur sum ein sannur "liðleikari"; ein leikari ið útstrálar innsats og vinnaravilja, og sum ongantíð gevur seg í nærdystunum. Helgi fekk eisini flest útvísingar í deildini í fjør.

- Fyrstu tíðina í felagnum stríddist eg við skaðar, men í fjør byrjaði eg at koma í toppform aftur. Eg trívst væl, og eftir tað sum vit avrikaðu seinasta kappingarár, hava vit eina skyldu at taka eitt lið í bestu deildini. Vit hava ein góðan hóp, sum er venjingarfúsur, og sum er svangur eftir at menna seg. Tað verður sikkurt trupult, men eg eri til reiðar fyri mínar viðleikarar og fyri Viking.

Í gjár gjørdist greitt, at Scott Harrington skal verða venjari hjá Viking Stavanger

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder