Fótbóltur

Helst á veg til Lyngby

Nógv bendir á, at Petur Knudsen skjótt fer til Lyngby at spæla. Felagið, ið hevur heimstað stutt uttanfyri Keypmannahavn, er júst flutt niður í næstbestu donsku deildina.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-19 00:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir øllum at døma fær Lyngby Boldklub tilgongd av einum føroyskum leikara í næstum.

NSÍ kunngjørdi fríggjakvøldið, at grannadysturin móti B68 varð hin seinasti hjá Peturi Knudsen fyri barndómsfelagið á hesum sinni. Hann fekk handað blómutyssi, sum tøkk fyri tíðina, men einki varð nevnt um, hvar bóltsnillingurin skuldi til.

Les eisini: Petur Knudsen uttanlands at royna seg

Tó varð nevnt í frásøgnini í Telvarpinum, at Petur eftir øllum at døma fer til Danmark at spæla, og sambært fleiri keldum hjá Portalinum er felagið, ið talan er um, Lyngby Boldklub. Felagið stutt uttanfyri Keypmannahavn flutti, saman við Horsens, niður úr Superliguni í farna kappingarárið.

Tað hevur ikki eydnast at fingið hetta endaliga váttað, men nógv bendir á, at hetta verður nýggja felagið hjá 23-ára gamla kvika manninum úr Saltangará, ið helst skjótt fer niður til Danmarkar at byrja eina nýggja fótbóltstilveru. Liðið hjá Lyngby hevði í gjár sína fyrstu venjing fram ímóti kappingarárinum 2021/2022, ið byrjar 25. juli. Tað verður væntað, at Lyngby verður partur av uppflytingarstríðnum komandi kappingarár.

[object Object]Petur Knudsen, her á U21 landsliðnum, har hann var ein profilur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki heilt vist, um sáttmálin og allar avtalur eru komnar uppá pláss enn, men sambært okkara upplýsingum, er talan um ein tvey-ára sáttmála við Lyngby Boldklub, sum kemur í gildi skjótt.

Fyrr í ár var nær við, at Petur skifti til finska meistaraliðið HJK Helsinki.

Petur Knudsen hevur verið ein veruligur profilur í fremstu fótbóltsdeildini seinastu árini. Hann breyt í gjøgnum í barndómsfelagnum í 2016, og har hevur hann verið fastur maður síðani. Í fjør fekk hann heiðurin sum “Ársins leikari”, og álopskendi leikarin hevur spælt sínar fyrstu A-landsdystir í ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder