ÍF hevur seinastu dagarnar longt sáttmálan við eina røð av leikarum, ið vóru við at spæla liðið uppaftur í bestu deilduna.
Les meira: ÍF brynjar seg til bestu deildina
Í dag er greitt, hvør fyrsti styrkurin hjá fuglfirðingum uttanífra er. Talan er um Henry Heinesen, ið kemur úr KÍ. Henry er 30 ára-gamal og hevur spælt 95 dystir í fremstu deildini; allar við barndómsfelagnum.
ÍF og Henry Heinesen gjørdi sáttmála á vetri í 2015, men tað skifti gjørdist ongantíð til nakað kortini. Klaksvíkingurin var partur av hópinum hjá besta liðnum í seinnu hálvu av 2016 og fyrsta partin av 2017, men hevur bert spælt í 1.deild seinastu trý árini.
Henry kann røkja øll pláss á vøllinum; seinastu tíðina hevur hann fyri tað mesta spælt í miðverjuni.
Fótbóltur
Henry Heinesen til ÍF
ÍF kunngerð í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við 30-ára gamla klaksvíkingin.
Henry Heinsen, her liðformaður hjá næstbesta liðnum hjá KÍ, skal spæla fyri ÍF komandi ár (Mynd: Norðlýsið)
2018-11-22 12:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald