EM-endaspælið nærkast í hvørjum, og teir ymisku hóparnir verða í hesum døgum kunngjørdir.
Sí eisini: Rashford og Henderson skulu ikki við til EM
Nú er tann danski eisini kunngjørdur. Kasper Hjulmand hevur á tíðindafundi seinnapartin sett navn á teir 26 spælararnar, sum skulu við til Týsklands.
Málverjar:
Kasper Schmeichel, RSC Anderlecht
Frederik Rønnow, Union Berlin
Mads Hermansen, Leicester City
Verjuspælarar:
Andreas Christensen, FC Barcelona
Simon Kjær, AC Milan
Jannik Vestergaard, Leicester City
Joachim Andersen, Crystal Palace
Victor Nelsson, Galatasaray SK
Joakim Mæhle, VfL Wolfsburg
Victor Kristiansen, Bologna F.C
Alexander Bah, SL Benfica
Rasmus Nissen Kristensen, Leeds
Miðvallarar:
Christian Eriksen, Manchester United
Thomas Delaney, RSC Anderlecht
Pierre-Emile Højbjerg, Tottenham Hotspur
Mathias Jensen, Brentford F.C
Christian Nørgaard, Brentford F.C
Morten Hjulmand, Sporting Lissabon
Áleyparar:
Rasmus Højlund, Manchester United
Jonas Wind, VfL Wolfsburg
Andreas Skov Olsen, Club Brugge
Anders Dreyer, Club Brugge
Yussuf Poulsen, RB Leipzig
Mikkel Damsgaard, Brentford F.C
Kasper Dolberg, RSC Anderlecht
Jacob Bruun Larsen, Burnley F.C
Her er ikki nakað serliga óvæntað. Talan er mest um gamlar kenningar - frá seinastu endaspølunum - saman við yngri kreftum sum eru komnir inn í hópin nakað síðani.
Kasper Hjulmand hevur verið fyri hørðum atfinningum í miðlunum og danska fólkið síðani á vetri 2022 (HM). Úrslit - og serliga avrik - hava ikki hóva dønum. Ein partur hevur verið, at Hjulmand sjálvdan tekur spælarar úr Superliguni út. Í EM-hópinum er eingin úr fremstu donsku deildini.
Pierre Emilie-Højbjerg er ein av teimum royndu. Hann stórspældi í EM-endaspælinum í 2021. Her sæst Tottenham-miðvallarin í venjingardysti móti Føroyum í Brøndby í mars. Danmark vann 2-0 (Mynd: EPA)
Hjulmand og hansara útvaldur skulu royna at fáa gongd í eina danska fólkaveitslu í seinnu hálvu av juni. Danir eru í bólki saman við Slovenia, Onglandi og Serbia og eru styrkismettir soleiðis, at væntað verður at Danmark fer víðari.
Fyrsti dysturin hjá Danmark í EM-endaspælinum verður 16. juni í Stuttgart móti Slovenia.
Mynd: DBU
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald