Fótbóltur

Rashford og Henderson skulu ikki við til EM

Gareth Southgate hevur sett navn á 33 spælarar, sum møguliga skulu við til Týsklands. Hópurin verður skorin niður í 26 í fyrstu vikuni í juni.

Fyrrverandi landsliðsskiparin skifti síðsta summar til Saudiarabia - nú er hann í Ajax. 33-ára gamli Jordan Henderson er í løtuni ikki so áhugaverdur fyri enska landsliðið (Mynd: EPA)

Fyrrverandi landsliðsskiparin skifti síðsta summar til Saudiarabia - nú er hann í Ajax. 33-ára gamli Jordan Henderson er í løtuni ikki so áhugaverdur fyri enska landsliðið (Mynd: EPA)

2024-05-22 10:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland er sum vanligt ein av mest umrøddu liðunum áðrenn eitt endaspæl, og hesaferð ber eisini til at vísa á, at Ongland er ein av stóru favorittunum.

Einki steyp er komið heim síðani HM í 1966, men liðið hjá Gareth Southgate var í EM-finaluni seinast. Bert brotsspørk skildu Ongland og Italia á Wembley í 2021.

Hópurin sær sterkari út nú. Ein vaksin Jude Bellingham er nú við til eitt EM, og spælarar sum Rice, Saka og Foden eru eldri og uppaftur størri profilar. Stóri spurningurin er um vinstra bakkin, tí Luke Shaw hevur verið skaddur so leingi.

[object Object]
Teir 33, sum í fyrstu syftu eru úttiknir

United-bakkurin er útitkin til bruttohópin, sum sæst omanfyri, men sambært Southgate sjálvum eru ikki góð sannlíkindi fyri, at Shaw spælir í Týsklandi.

Nógv er at velja í - serliga í álopskenda partinum. Raheem Sterling hevur ikki verið á landsliðnum seinastu ferðirnar, og er Chelsea-vongurin heldur ikki á listanum til EM.

At Jordan Henderson og Marcus Rashford slett ikki eru í broutthópin er meira óvæntað. Henderson hevur verið liðformaður á landsliðnum, men eftir ringa gongd í 2022/2023 í Liverpool og skiftið til Saudiarabia, hava fleiri spurningar verið kring roynda miðvallaran. Hóast Henderson hevur havt eina rímiliga seinnu hálvu í Ajax, so hevur Southgate nú tikið avleiðingarnar.

[object Object]

Tað sama er galdandi fyri Marcus Rashford. Fyri einum stórum ári síðani sá United-spælarin út sum ein av heimsins vandamiklastu vongspælarum, men í hesum kappingarárinum hevur Rashford nóg illa verið ein skuggi av hesum. Sjálvsálit og vilji tykjast at vera burtur, og á tíðindafundi í gjár segði enski venjrarin púra greitt, at so nógvir aðrir álopskendir spælarar hava staðið seg betri enn Rashford í ár.

Pláss varð heldur ikki fyri Jadon Sancho, og Ben White hjá Arsenal er ikki tøkur til landsliðið. Nógvir spennandi ungir mans eru í bruttohópinum, sum telur 33 spælarar - allir uttan Bellingham og Kane spæla í Premier League. Hópurin skal skerast niður vikuna áðrenn EM, ið byrjar 14. juni. Har verður Ongland heilt víst spennandi at fylgja.

Bruttohópurin:

Málverjar: Dean Henderson (Crystal Palace), Jordan Pickford (Everton), Aaron Ramsdale (Arsenal), James Trafford (Burnley)

Verjuspælarar: Jarrad Branthwaite (Everton), Lewis Dunk (Brighton & Hove Albion), Joe Gomez (Liverpool), Marc Guehi (Crystal Palace), Ezri Konsa (Aston Villa), Harry Maguire (Manchester United), Jarell Quansah (Liverpool), Luke Shaw (Manchester United), John Stones (Manchester City), Kieran Trippier (Newcastle United), Kyle Walker (Manchester City)

Miðvallarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Jude Bellingham (Real Madrid), Conor Gallagher (Chelsea), Curtis Jones (Liverpool), Kobbie Mainoo (Manchester United), Declan Rice (Arsenal), Adam Wharton (Crystal Palace)

Áleyparar og vengur: Jarrod Bowen (West Ham United), Eberechi Eze (Crystal Palace), Phil Foden (Manchester City), Anthony Gordon (Newcastle United), Jack Grealish (Manchester City), Harry Kane (Bayern Munich), James Maddison (Tottenham Hotspur), Cole Palmer (Chelsea),  Bukayo Saka (Arsenal), Ivan Toney (Brentford), Ollie Watkins (Aston Villa)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder