Annað

Seyðahundakapping í Vágadali við útlendskum dómara

Talan er um Llion Harris úr Wales, sum er seyðabóndi við 500 seyðum. Kappingarøkið verður í garðinum hjá Eyðanstovu bóndanum uppi í Vágadali.

Mynd: jn.fo

Mynd: jn.fo

2026-11-20 14:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 11. november verður seyðahundakappingin í Sandavági. Vága Seyðahundafelag er vertur fyri kappingini, ið verður hildin í Sandavági.

Kappingarøkið verður í garðinum hjá Eyðanstovu bóndanum uppi í Vágadali, har umstøðurnar eru sera góðar til kappingar í øllum trimum klassunum.

Tað eru 18 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar. Ì klassa 2 eru fimm luttakarar og klassa 1, fýra. Onkur nýggjur hunndur verður og spennandi verður hvussu fer at roynast.

Vága Seyðahundafelag hevur skaffa dómarar uttanlanda frá, til kappingina. Talan er um Llion Harris úr Wales, ið er seyðabóndi við 500 seyðum. Hann byrjaði at venja hund sum 11 ára gamal og hevur luttikið í kappingum síðani hann var 14 ára gamal. Llion hevur umboða Wales á landsliðum fleiri ferðir. Ein tann mest kendi hundurin er Prestli Jock, ið hann hevur vunnið nógvar kappingar við.

Veðurforsøgnin fyri leygardagin og sunnudagin sær góð út, og Vága Seyðahundafelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Sandavágs at fylgja við kappingini. Tiltakið er ókeypis. Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott aftur við og høvi verður eisini til eitt gott prát og hugnaliga samveru. 

Seyðahundasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder