
Fyrr í hesum mánaðinum var U19 landsliðið hjá dreingjum til Federations Cup í Lettlandi, har talan gjørdist um tap ímóti Lettlandi, Ukraina og Makedónia.
Hetta var liður í fyrireikingunum til EM-undakappingina, ið byrjar um tvær vikur. Føroyska liðið skal til Írlands, har sterk mótstøða bíðar. Í gjárkvøldið varð hópurin kunngjørdur.
Jógvan Martin Olsen hevur tikið somu 18 leikarar út, ið vóru í Lettlandi. Talan er um seks leikarar, ið spæla uttanlanda, og fleiri ið hava fitt av royndum frá bestu og næstbestu deildini í Føroyum.
Føroyski hópurin:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ
Jonn Johannessen, KÍ
Magnus Holm Jacobsen, FCFP (POR)
Dann Fróðason, 07 Vestur
Steffan Løkin, NSÍ
Filip í Liða, AB
Bartal S. Petersen, AB
Andrias Edmundsson, Sunderland (ENG)
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)
Símun Sólheim, HB
Elias El Moustage, Thisted FC (DEN)
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (DEN)
Skráin
10. okt. Holland – Føroyar
13. okt. Írland – Føroyar
16. okt. Føroyar – Bosnia-Hersigovina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald