Fótbóltur

Her er fyrsti hópurin

John Petersen hevur tikið 20 leikarar út til fyrstu EM-undankappingardystirnar.

John Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

John Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-05 10:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum hevur fyri lítlari løtu síðani kunngjørt, hvørjir 20 leikarar eru við til dystirnar ímóti Wales og Hvítarusslandi.

Teir tjúgu leikararnir umboða níggju ymisk feløg. Øll fimm liðini í Betrideildini eru umboðað við minst tveimum leikarum. HB hevur flest við fimm leikarum. Fýra leikarar spæla uttanlanda - ein í Noreg og tríggir í Danmark.

Fyrsta uppgávan er 28. august á Tórsvølli, og 3. september spæla Føroyar í Hvítarusslandi.

Hópurin:

Málverjar: 
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála

Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby (Danmark)
Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF (Norra)
Rakul V Magnussen, (EBS/Skála)
Katrina Akursmørk, KÍ

Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jacobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland(Danmark)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Áleyparar:
Sarita Maria Mittfoss, B36
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder