U21-landsliðið spælir mikudagin 2. september móti Ísrael á Svangaskarði og seks dagar seinni móti Norðurmakedónia á sama leikvølli. Talan er um dystir í EM-undankappingini.
Eins og A-landsliðið hevur U21-landsliðið nýggjan venjari. Bagge setti á tíðindafundinum nøvn á teir 20 leikararnar, ið skulu umboða Føroyar í komandi mánaða.
Mórits Heini Mortensen (f. 1999) úr NSÍ, sum hevur havt eitt gott kappingarár, er við á fyrsta sinni. Tað eru yngri leikarar eisini: Hanus Sørensen, sum nú spælir í verjuni á U19-liðnum hjá FC Midtjylland, og Jonn Johannessen, ið hevur gjørt um seg hjá KÍ. Báðir eru føddir í 2001. Samuel Johansen Chukwudi er føddir í 2003, men miðverjin hevur av álvara gjørt vart við seg á oddaliðnum. Liðfelagi hansara, Mads Mikkelsen, stóð millum verjukendu leikararnar á listanum.
17-ára gamli Samuel Chukwudi hevur spælt sera væl fyri HB í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Leikarar ið hava verið á U21-liðnum ofta eru eisini við; millum annað verjuleikararnir Bjarni Petersen og Ólavur Niclassen. Aðrir av teimum elstu eru Ari Olsen og Pætur Petersen, ið hava nógvar royndir í Betrideildini.
Jákup Biskopstø Andreasen og Petur Kundsen eru eisini føddir í 1998, og eru beinleiðis profilar í fremstu føroysku deildini. Av teimum sum hava U21-aldur, men sum vórðu mettir at hava góðan møguleika at koma á A-landsliðið, vóru Jákup og Petur, saman við Adrian Justinussen og Daniel Johansen sum Håkan Ericson tók út, mest nevndir frammanundan. Petur hevur verið eyðsýndur í fleiri ár og var kanska allarbesti leikarin í Betrideildini fyrsta triðingin, men hevur nú stríðst við skaða og hevur ikki leikt meira enn níggju U21-landsdystir. Jákup Andreasen hevur spælt 15, og liðformaðurin hjá KÍ tykist at vera ein spennandi møguleiki sum framtíðar 6'ari (verjukendur miðvallari) á A-landsliðnum.
Seks leikarar úr B36 eru við. Tríggir úr HB (Hanus Sørensen er eisini uppruna HB-leikari) og eisini tríggir eru úr KÍ og NSÍ.
Málverjar:
Rói Mørk Hentze (B36)
Rói Zachariassen (EB/Streymur)
Verjuleikarar:
Hanus Sørensen (FC Midtjylland)
Ari Olsen (Víkingur)
Bjarni Petersen (B36)
Mads Mikkelsen (HB)
Samuel Johansen Chukwudi (HB)
Ólavur Niclassen (KÍ)
Andri Benjaminsen (B68)
Miðvallarar:
Magnus Holm Jacobsen (B36)
Hugin Samuelsen (B36)
Mórits Heini Mortensen (NSÍ)
Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ)
Lukas Giessing (AB - DK)
Jonn Johannesen (KÍ)
Stefan Radosavljevic (B36)
Áleyparar:
Petur Knudsen (NSÍ)
Hannes Agnarsson (B36)
Pætur Petersen (HB)
Steffan Løkin (NSÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald