Komið er nú í helvt við áttandaparttsfinalunum í Champions League, og tað er greitt, at í yvir helminginum av uppgerðunum er stórur spenningur undan seinna dystinum.
Í fýra uppgerðum er bert eitt mál á muni eftir 1-0/0-1 úrslit - millum annað millum Inter og Porto, har mál frá innskifta Romelu Lukaku seint í dystinum í Milano í gjár, tryggjaði Inter eitt stig.
Millum Manchester City og RB Leipzig er púra javnt - útivallarmál telja ikki - eftir 1-1 dystin í Týsklandi í gjár. Riyad Mahrez legði City á odda í fyrra hálvleiki, men heimaliðið javnaði eftir steðgin.
Koratiski verjuspælarin Josko Gvardiol javnaði fyri Leipzig (Mynd: EPA)
Benfica og Napoli vunnu við tveimum málum á útivølli í fyrru hálvfinalunum og hava harvið annað beinið í fjórðingsfinaluni.
Truplast sær tað út hjá Liverpool, sum skal venda øllum á høvdið og vinna við minst trimum málum móti meistarunum á Santiago Bernabeu.
Seinnu áttandapartsfinalurnar verða spældar í fyrru hálvu av mars - í næstu viku er frívika í Champions League.
Champions League áttandapartsfinalur
Úrslitini í fyrru dystunum:
Týsdagin 14.02
AC Milan - Tottenham 1-0
PSG - Bayern München 0-1
Mikudagin 15.02
Club Brügge - Benfica 0-2
Borussia Dortmund - Chelsea 1-0
Týskvøldið 21. februar
Liverpool - Real Madrid 2-5
Frankfurt - Napoli 0-2
Í gjár, mikukvøldið 22. februar
Inter Milan - FC Porto 1-0
RB Leipzig - Manchester City 1-1
Seinnu áttandapartsfinalurnar:
Týsdagin 7. mars
Chelsea - Borussia Dormtund (0-1)
Benfica - Club Brügge (2-0)
Mikudagin 8. mars
Bayern München - PSG (1-0)
Tottenham - AC Milan (0-1)
Týsdagin 14. mars
Manchester City - RB Leipzig (1-1)
FC Porto - Inter Milan (0-1)
Mikudagin 15. mars
Real Madrid - Liverpool (5-2)
Napoli - Frankfurt (2-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald