Seinasta umfar í fyrsta Champions League-deildarspælinum var á skránni í gjárkvøldið.
Nú er komið endaliga uppá pláss, hvørji átta lið við fullari vissu skulu spæla áttandapartsfinalur, og hvørji 16 skulu spæla í play-off umfarinum í februar um hini átta plássini í 1/8-finalunum.
Beinleiðis vìðari til áttandapartsfinalur:
Liverpool, Barcelona, Arsenal, Inter Milan, Atletico Madrid, Bayer Leverkusen, Lille og Aston Villa
Hesi skulu spæla play-off
Atalanta, Borussia Dortmund, Real Madrid, Bayern München, AC Milan, PSV Eindhovern, PSG, SL Benfica
AS Monaco, Stade Brest, Feyenoord, Juventus, Celtic, Manchester City, Sporting CP (Lissabon), Club Brügge og Dinamo Zagreb
PSG og Manchester City vórðu trýst til at vinna í gjár, og tað gjørdu tey eisini. City kom annars afturum á heimavølli móti Club Brügge beint fyri hálvleik og var harvið á veg út. Eftir 62 minuttir var tó 2-1, og liðið hjá Guardiola vann 3-1. Ousmane Dembelé skoraði hattrikk fyri PSG í Stuttgart, har tað endaði 1-4.
Tað er merkisvert, at millum annað Aston Villa er millum tey fremstu átta. Tað er Lille, ið KÍ fekk stig ímóti í Conference League á Tórsvølli, eisini.
KÍ hitti Lille í Conference League-bólkaspælinum í fjør. Nú er franska liðið tryggjað pláss millum tey seinastu 16 í Champions League (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald