Í gjárkvøldið vórðu avgerandi dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá bæði kvinnum og monnum spældir. Niðanfyri síggjast endaligu støðurnar í øllum bólkunum - í einum bólki er tó ein dystur eftir - og stutt yvirlit.
Menn:
Bólkur 1 - tvey tey ovastu komu víðari
![]()
VÍF kom fyri seg eftir hørðu evropeisku dystirnar síðsta vikuskifti við at vinna greitt á StÍF. Havið vunnu vestmenningar sum væntað bólkin. Neistin tók 2. plássi - sigurin á Skála í fyrsta umfari var nóg mikið.
Øll úrslitini í bólkinum síggjast her.
Bólkur 2 - tvey tey ovastu komu víðari
![]()
Í hesum bólkinum var meira spenningur. Undan umfarinum í gjár høvdu øll liðini tvey stig, og harvið var lagt upp til tvær "finalur".
KÍF vann trygt á Team Klaksvík í Kollafirði. Hitt liðið, sum var í finaluni í fjør, røkkir henni tó ikki í ár. H71 hevur sitið á steypakappingini seinastu árini við at vinna fýra ár á rað. Ungu hoyvíkingar taptu tó avgerandi dystin í 3. umfari móti Kyndli. Teir í grønum eru styrknaðir til hetta kappingarárið og vóru teir omaná í tøttu uppgerðini í gjár. Nú er lagt upp til spennandi hálvfinalur.
Hálvfinalurnar hjá monnum, ið verða leiktar tíðliga í februar síggja harvið soleiðis út:
VÍF - KÍF
Kyndil - Neistin
Kvinnur:
Bólkur 1 - tvey tey ovastu komu víðari![]()
Her var so at siga eingin ivi. VÍF, og serliga H71, vóru væl sterkari enn hini liðini. Harvið livir vónin um at endurvinna steypið aftur hjá H71.
Øll úrslitini í bólkinum síggjast her
![]()
Neistin og Kyndil spældu javnleik í høllini á Hálsi í gjárkvøldið. Hetta merkir, at Kyndil hevur tryggjað sær víðari luttøku saman við Neistanum.
Tað merkir eisini, at Kyndil kann yvirhála grannarnar. Ein útsettur dystur veðrur spældur í Vági sunnudagin. Vinnur útiliðið við tveimum har, vinnur Kyndil bólkin.
Hettta hevur týdning, í mun til hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum í februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald