Um eina løtu fer U21 landsliðið á vøllin á Stade de E’Epopée í Calais, har fronsku heimsstjørnurnar taka ímóti.
Seinast liðini hittust, endaði tað við 1-1 javnleiki í Gundadali, og tað er samstundis einasta málið, sum higartil er farið ígjøgnum hjá Fraklandi í hesari undankappingini.
Hóast føroyska útgangsstøðið í kvøld verður verjukent, so fer føroyska liðið eisini á vøllin fyri at endurtaka bragdið frá í fjør.
Og nú er greitt, hvørjir 11 byrja dystin fyri Føroyar, ið seinastu dagarnar hava fyrireika seg í Fraklanndi.
Bárður á Reynatrøð verjir føroyska málið, og verjuni finna vit Hanus Sørensen, Børga Petersen, Áka Johannesen, Pætur Skipanes og Símun Sólheim. Magnus Holm Jacobsen og Ragnar Skála manna defensiva miðvøllin, og frammanfyri teir vera Lukas Giessing og Stefan Radosavljevic. Fremsti maður á føroyska liðnum verður Steffan A. Løkin - málskjúttin frá síðsta dystinum.
Mynd: Rúni Klein Joensen
Á føroyska bonkinum eru Martin Agnarsson, Gullbrandur Øregaard, Jonn Johannesen, Jóanes E. Davidsen, Áki D. Samuelsen, Elias K. K. Rusborg, Andrass Johansen, Jørgen Nielsen og Bjarti V. Mørk.
Noah Mneney hevur leikbann.
Dysturin millum Frakland og Føroyar byrjar kl. 19.45 og verður stroymdur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald