Fótbóltur

Hesir kunnu gerast heimsins bestu ungu leikarar

Fyri fyrstu ferð verður eisini ein kvinnuligur Ballon d’Or kosin.

2018-10-09 11:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

France Football kunngjørdi í gjár teir 30 mannligu leikararnar, sum eru tilnevndir í kappingini um at gerast heimsins besti fótbóltsleikari.

Samstundis var eisini kunngjørt, hvørjir 10 leikarar kunnu vinna Kopa Award, sum verður latin heimsins besta U21 leikara, og hvørjir 15 leikarar kunnu vinna Ballon d’Or hjá kvinnunum.

Teir 10 leikararnir, sum kunnu vinna Kopa Award eru Kylian Mbappe (PSG), Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Houssem Aouar (Lyon), Patrick Cutrone (AC Milan), Ritsu Doan (Groningen), Gianluigi Donnarumma (AC Milan), Amadou Haidara (Red Bull Salzburg), Justin Kluivert (AS Roma), Christian Pulisic (Borussia Dortmund) og Rodrygo (Santos).

Tær fimtan kvinnurnar, sum kunnu vinna Ballond d’Or eru Lucy Bronze (Lyon), Pernille Harder (Wolfsburg), Ada Hegerberg (Lyon), Amandine Henry (Lyon), Lindsay Horan (Portland Thorns), Sam Kerr (Chicago Red Stars), Fran Kirby (Chelsea), Saki Kumagai (Lyon), Dzsenifer Marozsan (Lyon), Amel Majri (Lyon), Marta (Orlando Pride), Lieke Martens (Barcelona), Megan Rapinoe (Seattle Reign), Wendie Renard (Lyon and France) og Christine Sinclair (Portland Thorns).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder