Hondbóltur

Hesir spæla móti Hvítarusslandi

16 leikarar eru úttiknir til dystirnar hjá A-landsliðnum hjá monnum 16. og 20. mars.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2022-02-23 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, venjarar hjá A-landsliðnum hjá monnum, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Hvítarusslandi, sum verða, 16. og 20. mars.

Talan er um fyrsta play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir skal møta hægri styrkismettu Týsklandi, har síðani vinnari yvir tveir dystir fær HM-plássið, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuna.

Føroyar møta Hvítarusslandi mikudagin 16. mars klokkan 19 í Høllini á Hálsi, og sunnudagin 20. mars klokkan 17 í Minsk.

Hópurin, sum er úttikin til dystirnar er hesin:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Pauli Mittún, H71
Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)
Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)
Nicklas Selvig, KÍF
Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder