Hondbóltur

Hesuferð hevði Stjørnan yvirtakið á Kyndli

Stjørnan vann í gjárkvøldið á útivølli móti oddaliðnum í SMS-deildini. Eina løtu í seinna hálvleiki var munurin sjey mál.

Kyndil kopppaði Stjørnuni eftir spennandi hálvfinalur í steypakappingini. Hesuferð dró liðið úr Klaksvík longra stráðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kyndil kopppaði Stjørnuni eftir spennandi hálvfinalur í steypakappingini. Hesuferð dró liðið úr Klaksvík longra stráðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-24 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tvær sera tættar hálvfinalur í steypakappingini fyrr í mánaðinum vóru kyndilskvinnur omaná við einum máli og tryggjaðu sær harvið pláss í steypafinaluni, ið verður 19. mars móti H71. Júst H71 fer helst at yvirtaka oddasessin í SMS-deildini skjótt - møguleikin er í kvøld í dystinum móti Neistanum - og hoyvíkskvinnur hava tríggjar dystir færri enn Kyndil.

Kyndil hevði í gjár møguleikan at leggja seg tvey stig frammum H71, men júst tíggju dagar eftir inntensu seinna hálvfinalanuna í KÍ-høllini lønti Stjørnan Kyndli aftur.

Tað var annars heimaliðið, ið byrjaði betri, og eftir tólv minuttir var 9-6. Men eftir hetta steðgaði Kyndil næstan heilt upp og kom ikki í gongd aftur fyrrenn í seinna hálvleiki. Hinvegin fór Stjørnan av álvara í gongd og var á odda við fýra málum í steðginum.

Tíðiliga í seinna hálveiki fór munurin upp á 6-7 mál, og hóast Kyndil kom niður á tvey mál, tá Turið Arge Samuelsen skoraði sítt mál nummar 13, tá átta minuttir vóru eftir, so helt Stjørnan fast og fekk tvey virðismikil stig - serliga fyri tann mentala partin, nú FM-hálvfinalurnar nærkast.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen og Durita Christophersen Jojic - her í nærdysti í hálvfinaluni í Klaksvík - skoraðu samanlagt 23 mál í dystinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tvey lið, ið ikki vera í hálvfinalunum, spældu á Eiði í gjár. EB var væl við móti verandi føroyameistarunum, og var eina løtu á odda í seinna hálvleiki. Tað endaði tó við, at StÍF vann við tveimum málum. StÍF fer at enda nummar fimm í ár.

Dómaraseðlarnir eru nú eisini at síggjast talgildir - við góðum yvirliti - og verða skjótt tøkir á hsf.fo.
Kyndil - Stjørnan sæst her
EB - StÍF sæst her

Støðan og dystarskráin í SMS-deildini sæst her

H71 og Neistin spæla seinasta dystin í umfarinum í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder