2018-10-17 21:53
Sunnudagin spælir Páll Klettskarð sín seinasta heimadyst fyri KÍ. Hann váttar fyri Norðlýsinum, at endalig avgerð er tikin um, at hann fer av landinum næsta ár, og gevst at spæla við KÍ.
Páll Klettskarð hevur seinastu árini havt ein sera sjónligan leiklut á KÍ-liðnum. Hann er ein av tveimum leikarum, sum hava skorað yvir 100 mál fyri KÍ í bestu deildini. Higartil í ár hevur hann skorað átta mál.
KÍ er í stríðnum um heiðursmerki, og liggur í løtuni uttanfyri hitan á fjórða plássi. Tó er tað nokk til Europa League-fótbólt næsta kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald