Fótbóltur

Hevur hugin og viljan at stríðast

Dysturin millum Føroyar og Týskland verður spældur á Tórsvølli týsdagin kl. 16.

Margunn Lindholm stríðist fyri einum plássi í føroysku byrjanaruppstillingini, og gleðir seg til risaavbjóðingina týsdagin, tá Týskland kemur á vitjan á Tórsvølli

Margunn Lindholm stríðist fyri einum plássi í føroysku byrjanaruppstillingini, og gleðir seg til risaavbjóðingina týsdagin, tá Týskland kemur á vitjan á Tórsvølli

2018-09-02 14:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað munnu vera fáir fótbóltsáhugaðir føroyingar, sum ikki hava sæð ótrúliga frísparkið hjá Margunn Lindholm, ið avgjørdi steypafinaluna millum EBS/Skála og HB síðsta vikuskiftið.

Miðvallarin hjá EBS/Skála hevur havt eitt gott kappingarár higartil, og nú skulu hon og liðfelagarnir royna at halda fast í landskappingini, har tær í løtuni eru á fyrsta plássi.

Á landsliðnum hevur Margunn ikki spælt ein eins týðandi leiklut enn. Í desember í 2016 valdi hon at taka ein steðg frá føroyska landsliðnum, og tí var hon ikki við á liðnum, sum á heimavølli spældi seg í hesa undankappingina. Síðan hon meldaði seg tøka aftur, hevur hon verið brúkt mest sum innskiftari, men í seinasta dystinum móti Kekkia var Margunn á vøllinum frá byrjan.

- Síðstu tíðina havi eg skula spælt meg innaftur á liðið, og har er hørð kapping um plássini. Men eg havi havt hugin og viljan at stríðast fyri plássinum, og tað sær út til at hava givið úrslit. Tað er stórt at spæla fyri síni tjóð, og eg vóni at sleppa at spæla nógvar dystir fyri Føroyar í framtíðini.

Tað gjørdist stórtap, tá Føroyar seinasta heyst hitti Týskland á útivølli, men føroysku kvinnurnar hava tikið stór fet rætta vegin, og úrslitini í ár eru munandi betri enn í fjør. Týsdagin vitjar týska stórliðið á Tórsvølli, og Margunn Lindholm er spent uppá avbjóðingina.

- Vit fara á vøllin fyri at gera okkara besta. Eitt nú vilja vit hava bóltin meira og royna at skapa onkrar málmøguleikar. Eitt stórtap ynskja vit ikki aftur, og tí fara vit at gera alt fyri at steðga teimum so nógv sum gjørligt, sigur Margunn Lindholm.

Dysturin millum Føroyar og Týskland verður spældur á Tórsvølli týsdagin kl. 16:00.

Atgongumerki til dystin fáast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder