Hann byrjaði sum blaðmaður á Dimmalætting 12. august í 1985, og síðan hevur runavíkingurin umboðað eina ørgrynnu av miðlum, til hann endaði á FM1, hvørs lurtarar nú hava gleði av hansara frásøgnum.
Tað var á landsliðsferð í Beograd, sum frásøgufólk fyri Útvarp Føroya, at Hilmar Jan kom í eina heldur kroysta støðu einaferð í 90-árunum.
- Kroystur er nokk ikki orðið. Suni Merkistein, Jónsvein Heinesen og eg vóru í Beograd. Vit fóru so út at eta tað eina kvøldið, og høvdu klárt og týðiliga fingið at vita, at vit ikki skuldu eta salatið, tí vatnið kundi innihalda bakteriur, sum vit ikki toldu so væl, fortelur Hilmar Jan.
- Vit endaðu so á eini fantastiska fittari matstovu, har ein spældi harmoniku, ein spældi violin, og so gingu teir og sungu. Vit sótu við eitt borð úti í túninum, búffurin var ófatiliga lekkur og sjálvandi endar tað við, at mann líka tekur og gafflar eina hálva tomat og eitt salatblað – ikki nógv, men eitt sindur av tí...
FSF Varpið hevur gjørt samrøðu við runavíkingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald