Hondbóltur

Hjálparvenjarin gevst eftir undankappingina

Lars Porskær Møller, hjálparvenjari heldur ikki fram eftir EM-undankappingina, meðan málverjavenjari og fysioterapeutur, Tom Jensen, hevur longt sáttmálan.

Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, í Høllini á Hálsi seinnapartin í gjár. Hann heldur ikki fram eftir hesa EM-undankappingina (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, í Høllini á Hálsi seinnapartin í gjár. Hann heldur ikki fram eftir hesa EM-undankappingina (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-28 10:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undan dystinum í mars móti Rumenia, varð tað kunngjørt, at sáttmálin við høvuðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen, varð longdur til og við EM26-kappingina. Hetta er nú eisini komið uppá pláss við málverjavenjaranum og fysioterapeuti Tom Jensen fyri sama tíðarskeið.

Sáttmálarnir við venjaratoymið ganga út eftir hesa EM-undankappingina, og skuldu partarnir tískil tosa saman um framtíðina. Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, kemur ikki at halda fram, hóast báðir partar hava verið væl nøgdir við samstarvið. Lars hevur fingið nýtt starv í danska hondbóltssambandinum, sum ikki loyvir honum somu skiftiligu treytir í mun til hjástørv og fráveru.

- Vit í HSF ynskja at takka Lars fyri tíðina. Vit hava verið serstakliga væl nøgd við arbeiðið og úrslitini hjá Lars, viðmerkir Hans Jón Thomsen, stóri í HSF og vísir á, at vit óivað koma at samstarva við Lars uppá aðrar mátar framyvir, nú tá Lars kemur at standa á odda fyri menningardeildini hjá DHF.

Hondbóltssambandið er ígongd við finna ein nýggjan hjálparvenjara til A-landsliðið eftir núverandi EM-undankapping.

[object Object]Málverjavenjarin og fysioterapeuturin, Tom Jensen, og Lars Porskær Møller, hjálparvenjari. Teir hava arbeitt saman við Peter Bredsdorff-Larsen alt tíðarskeiði í Føroyum (Mynd: HSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder