Danmark ríkaði ikki beinleiðis hetta endaspælið. Hetta kann staðfestast dagin eftir 2-0 tapið fyri Týskland í Dortmund. Liðið skoraði tvey mál í fýra dystum og skoraði einki seinastu fimm hálvleikirnar. Liðið hjá Kasper Hjulmand vann heldur ikki ein dyst.
Harvið er tað sum so uppá sítt pláss, at Danmark ikki verður umboðað í fjórðingsfinaluni, og at tað heldur verður Týskland, sum hevur skorað tíggju mál og ikki tapt enn. Týskarar vóru eisini samanlagt omaná í gjárkvøldið.
Les eisini: Vertirnir víðari - evropameistararnir úti
Tað ber tó til at vísa á, at tað var heldur hart fyri Danmark at fara út á tann hátt, sum man gjørdi. Tvær VAR-dømingar frá Micheal Oliver og hansara toymi í Dortmund, tá dysturin var javnur og kanska meira lá tá til danir, koppaðu júst til vertirnar.
Fyrst var stóratáin hjá Thomas Delaney í rangstøðu - nakað sum Danmark als ikki fekk fyrimun av - áðrenn bólturin stakk til Joachim Andersen, sum smekkaði hann í netið. 0-1 eftir 48 minuttir hildu øll, men so var sentimeturmátið í VAR-rúminum funnið fram.
Soleiðis sá nógv umrødda VAR-myndin út. Marginalar er rætta orðið
Hetta er eftir lógini í lagið, men saman við dóminum fimm minuttir seinni verður óunniliga kenslan hjá dønum og nógvum hyggjarum og fótbóltselskarum annars styrkt: Danmark missir takið uppá heilt smáar marginalar í VAR-rúminum og serliga eina umstrída lóg.
- Eg veit ikki, um vit skulu renna runt við hondunum á rygginum og spæla fótbólt. Hann er ein hálvan metur frá mær og smekkar bóltin upp í armin. Eg síggi ikki, hvat annað eg skal gera. Tað er okkurt galið við reglunum beint nú. Í Premier League vildi tað ongantíð verið dømt. Hvussu kann tað verða dømt brotspark fyri slíkt í einum so avgerandi dysti...tað fati eg ikki (...) hatta eru nakrir av villastu minuttunum á mínari yrkisleið. At skora eitt so umráðandi mál, fáa tað kolldømt fyri síðani at fáa eina slíka avgerð ímóti sær. Tað er vitleyst. Har er ikki skuggin av brotssparki.
Bólturin kíndi arminum á Joachim Andersen, ið helst kann metast at hava hann í nátúrligari støðu, og skifti ikki kós. Týskland fekk brotsspark (Mynd: EPA)
Soleiðis segði ein argur Joachim Andersen eftir dystin. Hann kendi ikki, at hann gjørdi nakað galið. Verjuspælarin helt eisini, at rangstøðuna skuldi man veruliga leita eftir - vóru tað millimetrar, spurdi hann. Høvuðsvenjarin Kasper Hjulmand var heldur ikki blíður í samrøðum og á tíðindafundinum í gjár.
- Eg haldi, at tað er láturligt. Fótbóltur verður láturligur á hendan hátt. Í mun til rangstøðuna, er tað at søkja eftir einum dómi. Man leitar eftir hasum sentimetrinum.
Hetta segði Kasper Hjulmand við TV2 Sport, sum hann vísti myndina av rangstøðuni - sum sæst omanfyri. Tað gjørdi hann eisini á tíðindafundinum. Í mun til brotssparkið, var Kasper Hjulmand eisini argur.
- Eg eri so troyttur av hasum reglunum um hond. Joachim tekur eitt "rennifet", bólturin verður skotin á hann frá umleið einum metri. Hasir minuttirnir eru heilt avgerandi - tað eru teir marginalarnir, sum eru avgerandi í slíkum dystum.
Týski venjarin Julian Nagelsmann hevði partvíst samkenslu við dønum. Í samrøðu við danska sjónvarpið staðfesti týski venjarin, at um tað er rangstøða, so er tað rangstøða, men at tað sjálvandi var ógvuliga marginalt. Í mun til brotssparkið segði Nagelsmann, at reglurnar eru fløktar, og hetta partvíst er ein trupulleiki.
Andersen og Nagelsmann ósamdir og keglast nakað beint eftir seinasta bríksl. Týskland fer víðari við 2-0 sigri (Mynd: EPA)
Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum
Í gjár, leygardagin 29. juni
Sveis - Italia 2-0 (1-0)
37' Remo Freuler 1-0
46' Ruben Vargas 2-0
Týskland - Danmark 2-0 (0-0)
53' Kai Havertz, br 1-0
68' Jamal Musiala 2-0
Í dag, sunnudagin 30. juni
17.00: Ongland - Slovakia
20.00: Spania - Georgia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald