Fótbóltur

Vertirnir víðari - evropameistararnir úti

Danmark varð hart rakt av VAR í Dortmund, har torusláttur órógvaði eina løtu. Sveis hevði sterkasta avrikið á degnum.

Joachim Andersen, ið fekk mál kolldømt og gjørdi brotsspark, var ónøgdur. Julian Nagelsmann sjálvandi meira nøgdur (Mynd: EPA)

Joachim Andersen, ið fekk mál kolldømt og gjørdi brotsspark, var ónøgdur. Julian Nagelsmann sjálvandi meira nøgdur (Mynd: EPA)

2024-06-29 23:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sveis og Týskland eru víðari. Grannarnir vunnu 2-0 á ávíkavist Italia og Danmark á fyrsta degi í áttandapartsfinalunum, har partvíst gott spæl men eisini torusláttur og VAR settu sín dám á.

Sveis skoraði stutt fyri hálvleik og í fyrsta minutti í 2. hálvleiki. Liðið hjá Murat Yakin vann fult uppiborið á Italia. Evropameistararnir - í veikari útgávu enn í 2021 - høvdu eitt skot á mál móti vælskipaða sveisiska liðnum. 

Sigurin kom ongantíð í vanda, og Sveis er framvegis ósigrað og hevur verið eitt av ljóspunktunum í Týsklandi. Ruben Vargas úr Augsburg var við í báðum málunum í dag, og annað EM-endaspælið á rað skal Sveis spæla fjórðingsfinalu. Tað verður móti vinnarunum av Ongland - Slovakia, ið spæla í annaðkvøld.

[object Object]

[object Object]Ruben Vargas økti beinanvegin í 2. hálvleiki (Myndir: EPA)

Kolldømt mál, ein risamøguleiki til Rasmus Højlund og síðani steðgur í eina góða løtu vegna ringt veður. Hetta vóru nakrar av yvirskriftunum fyri fyrra hálvleik, har Danmark so líðandi varð meira vandamikið enn týsku vertirnir. Nógvir torusláttur og óveður gjørdi fortreð.

Les meira her: Dysturin í Dortmund støðgaður

Týskland var sum heild nakað omaná, men Danmark kom eisini betri út til 2. hálvleik og fekk skjótt bóltin í týska málið. Eftir nógva fagnaðin hjá málskjúttanum Joachim Andersen og hinum, fann VAR brádliga eina ógvuliga tepra rangstøðu. Stóratáin hjá Thomas Delaney var beint innanfyri, beint áðrenn bólturin kom til Andersen.

[object Object]
Joachim Andersen fegnast eina løtu...


Framvegis 0-0 og fimm minuttir seinni var aftur VAR-drama, og aftur gekk tað útyvir Crystal Palace-verjuspælaran og Danmark. Bólturin kom úr stuttari fjarstøðu og snittaði armin hjá verjuspælaranum, sum var í nátúrligari støðu. Eingin hugsaði um tað í fyrstu syftu, men Micheal Oliver fór út at hyggja og peikaði á bletttin. Kai Havertz skoraði ógvuliga trygt, og hóast Højlund var nær við aftur, tók Týskland meira yvir.

Eitt korter eftir 1-0 málið økti Jamal Musiala, eftir at danska liðið stóð høgt og Kasper Schmeichel ikki kom úti. 2-0, stórur týskur fagnaður, og so varð sigurin koyrdur heim. Kundi knaska verið størri seinastu løtuna, har danir høvdu lítið at svara aftur við. Týski summardreymurin livir - Danmark skal heim.

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum

Í dag, leygardagin 29. juni
Sveis - Italia 2-0 (1-0)
37' Remo Freuler 1-0
46' Ruben Vargas 2-0

Týskland - Danmark 2-0 (0-0)
53' Kai Havertz, br 1-0
68' Jamal Musiala 2-0

Í morgin, sunnudagin 30. juni
17.00: Ongland - Slovakia
20.00: Spania - Georgia 

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder