Herning, Danmark (Portalurin) - Nakað eftir at føroyski hópurin var farin av MCH Arena, komu tríggir mans har til tíðindafund: Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari hjá Danmark, Phillip Billing úr Bournemouth, og Mathias Zanka Jørgensen, ið júst hevur skift frá Fenerbache aftur til FCK.
Sí eisini:
Myndir á leikvøllinum hjá jútskum stórliði
Håkan Ericson: - Taka hetta sum tríggjar dystir um stig
Á tíðindafundinum hjá Danmark var nógv fokus á júst flytingina hjá 30-ára gamla miðverjanum. FCK fekk í gjár eina leiguavtalu uppá pláss við turkiska felagið, so at Zanka kann spæla fyri størsta felagið í heimbýnum restina av kappingarárinum. Donsku tíðindafólkini spurdu millum annað inn til, hvussu skiftið var farið fram og hví. Maðurin við 30 landsdystin segði millum annað, at koronastøðan spældi inn: Møguleikin at koma heim aftur og vera tættari at familju og vinum.
Mathias Zanka Jørgensen fekk nógvar spurningar um skiftið til FCK, ið kom uppá pláss í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
- Var ein fragd at vitja Føroyar
Portalurin hevði fokus á tann føroyska vinkulin, og vit spurdu Kasper Hjulmand, sum var og vitjaði millum annað FSF og KÍ í mars, um hvussu hann sær menningina í føroyskum fótbólti:
- Eg havi ógvuliga stóra virðing fyri tí sum fer fram í føroyskum fótbólti. Fyrr í ár eydnaðist tað loksins hjá mær at koma at vitja í Føroyum. Tað er stuttligt at ferðast runt og síggja fótbólt ymsastaðni og merkja, hvussu fólk brenna fyri spælinum og elska tað, og tað gera tey veruliga í Føroyum. Har eru nøkur fantastiska fitt fólk, tað er sera vakurt, og tað var hugaligt at síggja og hoyra um allar graslíkisvallirnar, tí menning sum er, og at tað er ein størri mongd av og kvalitetur í venjingum enn áður.
Mynd: Sverri Egholm
48-ára gamli venjarin, sum áður hevur ført FC Nordsjælland til eitt meistarheitið og sum í morgin skal standa á odda fyri danska landsliðnum á triðja sinni, tosaði eldhugaður um evnið. Hann kennur væl føroyskan fótbólt og til dømis Mikkjal Thomassen og Jens Berthel Askou - venjararnir hjá KÍ og HB. Kasper Hjulmand var eisini inni á, at føroyskir leikarar gera tað gott í stórum deild: Jóan Símun Edmundsson í Bundesliguni og Brandur Hendriksson Olsen í Allsvenskan - báðir hava fyri kortum skorað fyri síni feløg.
Um dystin í morgin svaraði Hjulmand á hendan hátt:
- Vit vita, at dysturin merkir nógv fyri føroyska fólki og fyri føroyska liðið, og teir taka dystin í størsta álvara. Tað gera vit eisini. Vit hava virðing fyri mótstøðuni og skulu vera á tærnum.
Spælur aftur sín fyrsta landsdyst móti Føroyum
Danir fegnast um, at til ber at hava "fysiskar tíðindafundir aftur", og at áskoðarar verða til dystin. Millum 200-300 áskoðarar, ið leikararnir hava bjóðað, verða til staðar í morgin.
24-ára gamli Phillip Billing kann eisini fegnast um, at hann fer at fáa sín fyrsta A-landsdyst. Høgi miðvallarin, sum til dagliga spælur í Borunemouth í næstbestu ensku deildini, segði, at hetta er nakað, ið hann hevur droymt um og bíðað leingi eftir.
Billing hevur royndir frá Premier League. Í 2017 spældi hann fyri danska U21-landsliðið í 3-0 sigrinum á Tórsvølli í EM-undankappingardyst. Hetta var fyrsti U21-dystur hjá miðvallaranum, og vit spurdu hann um tað upplivingina, og tað at spæla ímóti Føroyum aftur:
- Man merkti tá, at hetta vóru leikarar, ið vóru stoltur av at umboða sítt land. Teir stríðast væl, og tað var harðari enn vit høvdu væntað. Tað verður heilt víst eisini hart í morgin, og vit skulu vera fokuseraðir.
Hesa samrøðuna gjørdu vit við júst Phillip Billing eftir 3-0 sigurin hjá Danmark í U21-landsdystinum á Tórsvølli í august 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald